Hvat er ein føroyingur?

Karl Johan Mikkelsen
journalistur búsitandi í Danmark

Sambært Ritzau Bureau í dag, fríggjadagin 9. august, er sett fram tað áhugaverda og gávumilda uppskot, at allir føroyingar fáa 5.000 krónur tillutaðar sum partapening í Føroya Banka í sambandi við ætlaðu privatiseringina.
Hetta reisur tó ein áhugaverdan spurning: Hvat er ein føroyingur, og hvørjar treyir skulu lúkast til tess at fáa ein slíkan gávukekk.
Er tað ein persónur, sum er føddur í Føroyum?
Er tað ein persónur, hvørs bæði foreldur eru føroyngar?
Er tað ein persónur, har annað foreldur er føroyingur?
Ella er tað ein persónur við donskum ríkisborgararætti, ið er tilmeldaður fólkayvirlitinum í Føroyum ein ávísan dag?
Er talan um hetta síðsta, so kann føroyska ferðavinnan vænta stóran vøkstur. Danir, grønlendarar ? og føroyingar búsitandi uttanlands fáa væl eisini lut í gávufestinum.