Endurbúgvingartilboðini hjá Alv eru skipað í 7 virksemi:
• Vinnuskeið: Vinnuskeiðstilboðið er ætlað teimum, sum hava útlit til at megna eitt starv á vanliga arbeiðsmarknaðinum ella koma víðari í útbúgving.
• Verkstaður: Verkstaðið er ætlað pensjónistum, ið hava tørv á einum verkstaðsarbeiði.
• Kvøldvirksemi: Kvøldvirksemið er tilboð til pensjónistar, sum hava tørv á at koma saman við øðrum og fáa ein innihaldsríkari gerandisdag.
• Vinnudeildin: Fær til vega vart arbeiði til fyritíðarpensjónistar, umframt at etablera starvsvenjingarstað og arbeiði til næmingar.
• Heimavirkan: Heimaarbeiðandi pensjónistar, sum framleiða vørur.
• Handil og Kaffi: Handil, sum selir ymisk sløg av vælbryggjaðum kaffi, og sum eisini selir vørur frá okkara framleiðslum og frá heimapensjónistunum. Eisini virkar Handil og Kaffi sum starvsvenjingarstað.
• Skúlin: Tilboð til næmingar, ið ynskja at nema sær útbúgving í 9. flokki og FHS.









