Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri, heldur ikki, at almennu Føroyar investera nóg mikið í Eysturoynni.
Hann heldujr, at har er fá almenn arbeiðspláss og ann helduyr ikki, at tað almenna eigur ella leigar nógvar bygningar í oynni.
Fyri at fáa skil á um hetta er rætt, hevur hann biðið landsstýriskvinnuna við fíggjarmálum, Kristinu Háfoss, Tjóðveldi, um eitt yvirlit yvir hesi viðurskifti.
Hvussu mong almenn arbeiðspláss eru í Eysturoynni og hvussu nógvar bygningar eigur tað almenna í Eysturoynni?
-Eg haldi sjálvur, at Eysturoyggin á hesum øki er við skerdan lut, men lat okkum fáa eitt yvirlit sum vísur um eg havi rætt, sigur Kári P. Højgaard.