Citat:
?Jeg kommer fra Færøerne, der jo altid har været i konflikt med Danmark. Jeg ved, hvordan det er at komme fra et lille land, der er under andres varetægt, og jeg synes man forsvinder og at demokratiet drukner. Jo større hatten er, jo mere forsvinder man, og især når man bliver styret fra Langtbortistan. Det er nemmere at gennemføre et politisk system i et lille samfund.?
Makan til svass, lygn og idioti havi eg aldri hoyrt. Lesið, vinarliga, alt citatið eina ferð aftrat! Fyrsta er, at har er einki argument, sum hevur við evruna at gera. Atkvøðan tann 28. sept. í Danmark snýr seg ikki um samveldi ella unión. Tað snýr seg um felags gjaldoyra. At tingini í ?evsta? enda hanga saman, er sjálvsagt.
?Jeg kommer fra Færøerne....? Ja, longu her rodni eg. Hava fólk, sum koma úr Føroyum nakrar viðføddar fyrimunir, tá dømast skal um evruna? Ella nakrar viðføddar fyrimunir yvirhøvur? Eg haldi, at ofta (ikki altíð) vísir tað seg at vera beint tvørturímóti.
?Færøerne, der jo altid har været i konflikt med Danmark?. Eg eri púra ovfarin av einum slíkum úttalilsi. Hvat meinar hon við? Hvørja konflikt? Kríggj? ?Altid???? Legg merki til lítla orðið ?jo?, sum skal fáa lesaran at trúgva, at hesa ?konflikt? vita øll um. At politisk osemja valdar í vissum lutum, er ein banal sjálvfylgja. Men Føroya og Danmarkar ímillum hava Grundlógin og Heimastýrislógin hesi seinastu fimti árini regulerað viðurskiftini á góðan demokratiskan hátt. Og eg haldi, at konfliktirnar føroyinga sínámillum hava verið nógv sjónligari og til tíðir álvarsligari. Har hava bæði verið bumbur og rifluskot uppií. Nakað heilt annað er so, at tjóðveldismenn hava roynt at uppfunnið konfliktir. Tað mugu teir um, men teir eru ikki ?Færøerne.?
?Jeg ved, hvordan det er at komme fra et lille land, der er under andres varetægt, ...?
Hvat meinar hon við? Danskt diktatur í Føroyum? ?Varetægt?? Varetægt er annars eitt positivt orð. At tage vare på; hetta merkir at røkja, varðveita og verja: Men var tað hetta hon meinti?
?..og jeg synes, man forsvinder og at demokratiet drukner.? Lesur tú setningin sum heild, eisini fyrra part omanfyri, so er hann uttan meining. Er tað í tí lítla landinum, at man druknar? Tað er nokk ikki meiningin, men soleiðis stendur tað skrivað. Ella meinar hon við, at einki demokrati er í Føroyum. At demokratiið er druknað, tí at landið er skipað eftir Heimastýrislógini er í Ríkisfelagsskapinum, og ikki amt longur?
?Jo større hatten er, jo mere forsvinder man,...? Eg meini at hatta er nakað gass, ella í besta føri eitt romantiskt villfárilsi. Hví munnu nógvir føroyingar halda, at tað er liviligari í Havn enn á Slættanesi. Hatturin er størri í Havn, møguleikarnir størri. Ella hví munnu nógvir føroyingar halda tað verða gott at búgva í Danmark (einir 15.000) ella Norra ella Íslandi? Hatturin er størri, møguleikarnir fleiri.
?Det er nemmere at gennemføre et politiskt system i et lille land.? Nú skal eg ikki royna at leggja ov nógv í henda setning. Men hann kundi tulkast á ógvuliga negativan og ódemokratiskan hátt. Har stendur einki beinleiðis um demokrati, sum annars var um at drukna. Har stendur nakað um at ?gennemføre et politisk system.? Og tað kann skiljast á mangan hátt.
Men, meg lysti at frætt meira um hesa konflikt, sum ?jú? altíð hevur verið millum Føroyar og Danmark.
Rolf Guttesen
23 September 2000









