Hvat bagir sambandsmonnum???

Kaj Leo Johannesen legði uppskot fyri tingið um at heita á landsstýrið um at leggja frágreiðing fyri løgtingið til aðalorðaskiftis, ið skuldi lýsa fyrimunir og vansar við føroyskum ES-limaskapi.

Partamaður hansara, Johan Dahl, gav málinum ongan kjans í uttanlandsnevndini, og mælti beinleiðis løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.
Undir 2. viðger á tingi hálsaði Johan Dahl um, og royndi at fáa málið aftur í nevnd, men hetta miseyðnaðist.
Uppskotið fall sjálvandi við einum braki og fekk onga atkvøðu fyri.
Í bløðunum sigur uppskotsstillarin seg ikki vita hvørjum beini hann skal standa á, so fegin er hann um, at tað fall.
Samstundis sum tann ovurfegni veitir mær almenna takk fyri málsviðgerðina, ilskast partamaður hansara og sigur meg hava vent øllum á høvdið.
Her hongur ikki rættiliga saman hjá teimum.
Sambandsflokkurin hevði allar parlamentariskar møguleikar fyri at styðja sítt egna uppskot bæði í nevnd og á tingi, men teir klokkaðu í tí.
Í staðin fyri ta vanligu niðrandi viðgerðina av nevndarformanninum kundi Johan Dahl greitt frá, hví hann ikki tók undir við uppskotinum frá partamanninum?
Í øðrum lagi kundi hann sagt okkum, hví hann vildi hava málið aftur í nevnd?