Hvast orðaskifti um loysing

Broytingarnar í lógini um Búskapargrunnin elvdi til loysingakjak

Í veruleikanum snúði tað seg um eina broyting í lógini um Búskapargrunnin, men orðaskiftið á tingi í dag flutti seg til eitt kjak um loysing ella samband.

 

Helst var tað røðan hjá Paula T. Petersen, Tjóðveldi, sum festi í loysingarkjakið. Tingmaðurin segði, at hann og hini í Tjóðveldi sóu hetta sum eitt stig á veg til loysing. Búskapargrunnurin kann gera Føroyar sjálvbjargnar, og so er tíðin komin at taka loysingina, segði tingmaðurin úr Vestmanna.

 

Hvørki fólk úr Sambandsflokkinum ella Fólkaflokkinumh hildu nógv um hetta útspæl. Tey royndu sjálvandi at seta kílar inn millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, tí Jónleif Johannesen, Javnaðarflokkurin, vísti á, at í samgonguskjalinum stendur onki um loysingina.

 

Fólkaflokkurin og formaðurin, Jørgen Niclassen, segði, at við tí lítla avlopinum á fíggjarlógini, fer tað at taka mong, mong ár til komið er so langt, at sleppast kann av við blokkstuðulin og enn fleiri ár til Føroyar gerast sjálvbjargnar.

 

Málið um broytingarnar í lógini um Búskapargrunn er beint til viðgerðar í fíggjarnevndini.