Hvassur stormur í nátt

Veðurforsøgnin frá DMI boðar frá hvøssum vindi til hvassan storm út á náttina og nógvan vind mest sum alla vikuna.

Eitt sterkt lágtrýst flytir seg mikudagin móti Íslandi úr einum útsynningi, og eitt tilhoyrandi brúgvalag við regni og vindi fer framvið Føroyum fyrrapartin. Rættiliga køld luft við ælaveðri streymar inn yvir Føroyar úr útsynningi og vestri. Nýggj sterk eystfarandi stormlágtrýst úr Atlantshavinum fara væntandi seinni í vikuni at koma sera tætt at Føroyum, men enn er neyva leið teirra óviss.

 

Veðurforsøgn til mikudagin á miðdegi.

Lot til andøvsgul úr útsynningi og vestri, 3 til 8 metrar um sekundið, sum veksur til andøvsgul upp í ein strúk av vindi, 8 til 13 metrar um sekundið. Samdrigin luft og ælaveður. Hitin um 5 stig. Í kvøld og í nátt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, sum snarar móti suðri og veksur til strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 metrar um sekundið, í nátt hvassur vindur til hvassan storm úr landsynningi og suðri, 20 til 25 metrar um sekundið. Skýggjað og turt, men sum líður út á náttina regn. Hitin veksur til millum 7 og 10 stig. Mikumorgunin snarar hann móti suðri og útsynningi og slakar vindin til stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið og ælaveður.

 

Seinnapartin mikudagin:

Strúkur í vindi upp í skrið úr útsynningi, 13 til 18 metrar um sekundið, og ælaveður. Hitin millum 7 og 10 stig. Um náttina strúkur í vindi upp í skrið úr útsynningi, 13 til 18 metrar um sekundið og skiftandi samdrigin luft við ælingi. Hitin um 5 stig.

 

Hósdagin:

Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 metrar um sekundið, samdrigið og ælingur, partvís vátaslettingur og heglingur. Hitin millum 1 og 5 stig. Um kvøldið minkar hann vindin til gul til stívt andøvsgul úr suðri, 5 til 10 metrar um sekundið, og mest sum turt. Um náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri, 10 til 15 metrar um sekundið, skýggjað og regn ella kanska vátaslettingur. Hitin millum 1 og 4 stig.

 

Fríggjadagin:
Sum frá líður umráð til strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 metrar um sekundið, seinni gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 metrar um sekundið. Samdrigið og ælaveður, partvís vátaslettingur ella heglingur. Hitin millum 1 og 5 stig. Um náttina strið ella stormur, 18 til 23 metrar um sekundið, av ymsum ættum. Skýggjað við regni, vátaslettingi ella kava. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.

 

Leygardag:
Umráð til storm av útnyrðingi, 20 til 25 metrar um sekundið, skýggja og vátaslettingur ella kavaæl. Sum frá líður minni vindur og færri æl. Um kvøldið og náttina andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 8 til 15 metrar um sekundið. Samdrigið við vátaslettingi ella kava. Hitin frá frostmarkinum og upp til 5 hitastig.

 

Sunnudagin:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind úr vestri, 10 til 15 metrar um sekundi, sum minkar til gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið, samdrigið, men mest turt, seinni strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18 metrar um sekundið og regn vestan. Hitin millum 5 og 8 stig.