Skattamálið, ið hevur verið viðgjørt av fjølmiðlum í eina tíð, tók eina óvæntaða vend um vikuskifti.
Eftir at KVF vísti dokumentarsendingina Skattamálið II, vendi fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale kanónina móti miðlinum sjálvum, heldur enn málinum.
Orsøkin var, at í sendingin var óheppið klipt saman og roynt var at seta ein støðu upp, har Súni Schwartz Jacobsen hevði eina markanta viðmerking, ið tó var tikin uttanfyri samahangin av málinum. Sjúrður Skaale viðmerkti, at hetta var ein manipulatión, ið hevði til endamáls hjá tíðindamanninum at fáa sítt egna motiv framt. Hetta tí tíðindamaðurin viðgjørdi persónar heldur enn málið.
Ein boðskapur, ið millum annað royndu tíðindafólkini Brynhild Thomsen og Øssur Winthereig tóku undir við.
Øsingin bleiv somikið stór, at summi kravdu ávís tíðindafólk frákoyrd.
Jan Lamhauge, tíðindamaðurin, ið Sjúrður Skaale viðgerð, svarar í dag aftur uppá ákærurnar. Jan Lamhauge sigur, at Sjúrður Skaale hevur altíð havt sum endamál at villeiða í síni tíð sum tíðindamaður og sum politikkari. Hann sigur víðari, at Sjúrður Skaale leingi hevur havt atfinningar móti sær sum tíðindamanni og við vilja leitar eftir gølum har ongar eru.
Hvussu er og ikki, so er lítið at ivast í, at kjakið ikki er liðugt enn. Fleiri taka longu lut í kjakinum, ið nú snýr seg hvussu ein miðlar ein boðskap, heldur enn hvønn boðskap ein miðlar.