5-mannafør við gentum løgdu fyri í ólavsøku kappróðrinum. Meistararnir umborð á Hvassa vóru eitt sindur varnir fyrra partin av stutta róðrarteininum, men at enda eydnaðist tað teimum at vinna og harvið leggja ólavsøkurin afturat FM heitinum.
Drekin hjá Havnar Róðrarfelag legði bragdliga fyri. Hvassi var næstfremst, men samstundis sum Drekin økti um munin til eina hálva bátslongd, og tá ið Hvassi samstundis misti til Tambar, sá tað ikki so gott út hjá meistarunum av Oyri.
Men á síðsta teininum vístu tær umborð á Hvassa, hví tær eru verdugir meistarar. Hvassi og Tambar tóku Drekan, og á síðstu hundrað metrunum megnaði Hvassi eisini at leggja Tambar afturum seg.
Ólavsøka 2007 - 5 mannafør gentur
1 Hvassi 05:02.13
2 Tambar 05:03.04
3 Drekin 05:04.00
4 Blikur 05:16.09
5 Ørnin 05:20.18
6 Teistin 05:21.15
Støðan í FM - 5 mannafør gentur
1 Hvassi 47
2 Tambar 33
3 Drekin 32 1G
4 Ørnin 17
5 Blikur 16
6 Teistin 9 2G