Hvassi gjørdi hol í sjógvin

Meðan Páll Fangi og Havfrúgvin vunnu fyri triðju ferð í ár, so megnaði Hvassi úr Sundalagnum hesa ferð at koppa Erlu Kongsdóttir

Tað er ikki sjálvsagt, at somu bátarnir vinna allar róðrarnar. Tað varð staðfest leygardagin, tá ið gentumanningin umborð á Hvassa gjørdi bart og vann. Hetta var ikki sørt merkisvert, tí hetta var fyrsta og higartil einasta ferðin, at tað hevur eydnast einum báti at vinna seg framum bátarnar, sum vunnu á Norðoyastevnu og á Eystanstevnu.
Bæði í Klaksvík og á Skálafjørðinum var tað sera tætt millum Erlu Kongsdóttir og Hvassa, og báðu ferðirnar var Erla Kongsdóttir umleið eitt sekund fyrri á mál. Fyrru ferðina var talan um eitt lítið sekund, og seinnu ferðina var talan um eitt stórt sekund.
Á Sundalagsstevnu róðu Hvassi og Erla Kongsdóttir stavn um stavn fram ímóti málinum, og tá ið bátarnir fóru um strikuna, var Hvassi bara 3/25 av einum sekundi frammanfyri.
Sum á Skálafjørðinum so var Blikur aftur hesa ferð nummar trý. Leygardagin var Blikur knappliga tvey sekund frá næstfremsta plássinum. Á Skálafjørðinum var fjarstøðan meiri enn trý sekund.

Páll Fangi
Kvinnurnar í Klaksvík stevna trygt ímóti FM heitinum. Hvessingur legði nógv fyri í royndini at vinna á Sundalagsstevnuni, og Hvessingur var fremstur fyrsta partin av róðrinum. Tað var leingi tætt, men sum tað leið fram ímóti málinum, so var eingin ivi. Tað munaði meiri hjá teimum úr Klaksvík enn hjá teimum úr Sundalagnum, og á málinum var ein bátslongd frá vinnarabátinum og aftur til tann næsta.
Tær á Hvessingi gjørdu ein orduligan vørr, men hesa ferð eydnaðist tað ikki. Tíðirnar siga, at tað ikki er ómøguligt at taka Páll Fanga. Í Klaksvik var vinnaratíðin níggju sekund betri enn tann næstbesta, á Eystanstevnu var vinnaratíðin seks sekund betri enn tann næstbesta, og hesa ferð var munurin trý sekund.
Páll Fangi við kvinnum hevur ikki vunnið FM síðani 2001.
At tað eru knotur í teimum, sum nú hava kós ímóti gullinum verður undirstrikað av, at vinnaratíðin var tann næstbesta nakrantíð í Kollafirði. Mettíðina eigur Norðistovu Dánjal, sum í 1991 róði 1000 metra málið á Kollafirði í tíðini 5:01:13. Leygardagin var vinnaratíðin hjá Páll Fanga 5:12:09, sum er meiri enn trý sekund betri enn triði besta vinnaratíðin nakrantíð á Kollafirði. Ta tíðina eigur Lómur av Argjum, sum í 2006 róði teinin í tíðini 5:16:02.

Havfrúgvin
Kvinnurnar á Havfrúnni hava bara eina ferð vunnið FM. Tað var í 1999 ella fyri trettan árum síðani. Nú róðrarárið 2012 er um at vera hálvrógvið, er tað alt, sum vísir tann vegin, at Havfrúgvin fer at vinna FM heitið til Vestmanna.
Argasti kappingarneytin hjá Havfrúnni var í tveimum teimum fyrstu róðrunum Blikur av Argjum, og aftur á Sundalagsstevnu var tað Argja báturin, sum bjóðaði av. Sum tað leið, so var eingin ivi um, at Havfrúgvin fór at vinna, og Havfrúgvin vann.
Merkisvert er tað, at teir fimm bátarnir allar tríggjar ferðirnar eru komnir á mál í somu røð: Havfrúgvin, Blikur, Firvaldur, Strípan og Falkur.
Sjálvandi er Havfrúgvin favorittur at vinna næstu ferð, men tær á Argjum venja fram ímóti Jóansøkuni í vónini um, at munurin millum teir báðar fremstu framvegis skal tódna. Í Klaksvík vóru bara 3/25 partar millum Havfrúnna og Blik. Á Skálafjørðinum vóru fýra sekund á muni, men á Kollafirði var munurin minkaður til tvey sekund.