Hvassar hvirlur í kvøld

Eitt lágtrýst vestan fyri Føroyar fer í ein norðan, samstundis sum eitt annað lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi fer í ein landnyrðing eystan. Brúgvalagið haðani, við regni og vindi, liggur í morgun yvir okkum. Síðani kemur eitt rák við ælaveðri av vestri. Hósdagin og fríggjadagin gevur ein hátrýstsryggur støðugt veður, men fríggjakvøldið og leygarnáttina kemur eitt nýtt brúgvalag við regni inn yvir Føroyar av vestri.

 

Veðrið í dag

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, eitt skifti upp í hvassan vind í støðum, 15 m/s. Skýggjað og samregn. Um miðdagsleitið snarar hann í ein útsynning og makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Hann klárar nakað í, men okkurt æl veðrur. Um kvøldið øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s, um náttina í hvassan vind í støðum, 15 m/s, við hørðum hvirlum. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 8 og 12 stig.

 

Í morgin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum hækkar í ein vestan og makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Ælaveður, men onkrir sólglottar og hitin millum 10 og 12 stig. Um kvøldið makar hann aftur vindin og um náttina verður lot til andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 2 til 7 m/s. Turt og stundum klárt og hitin millum 5 og 10 stig.

 

Hósdagin

Lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 8 m/s. Turt og sólglottar og hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Turt og yvirhøvur klárt og hitin millum 6 og 10 stig.

 

Fríggjadagin

Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s, um kvøldið í hvassan vind í støðum, 15 m/s. Fyrst turt og sólglottar, men sum frá líður dregur samanum og um tað fer at regna. Um kvøldið samregn. Út á náttina hækkar hann í ein útsynning og vestan og makar vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, og hann klárar eitt sindur í. Hitin millum 8 og 12 stig.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 8 og 12 stig.

 

Sunnudagin

Gul til stívt andøvsgul, yvirhøvur av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum eitt skifti øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og eitt skifti regn. Hitin millum 8 og 12 stig.