Hvar vart tú, tá John Lennon varð skotin?

Birgar Johannessen, Beatles og Lennonfjeppari:

? Eg minnist so akkurát, hvar eg var, tá Ívar klokkan hálvgum átta las tíðindini upp um, at John Lennon varð skotin dagin fyri. Eg stóð við Fult Stop skeltið í Tróndargøtu beint framman fyri Køkubúðini. Sat í einum orangelittum bussi ella rugbreyði, har tað við bláum bókstavum stóð Emil Thomsen Electrolux tænastuvagnur á síðuni.
Eg hugsaði, at tað var ótrúligt, at mítt stóra idol var burtur. Eg hevði jú verið fjeppari av the Beatles síðani 1963 og burtur úr teimum John Lennon.
Tað var ikki lætt at frætta nakað frá tilburðinum, tí tey føroysku bløðini høvdu ikki somu møguleikarnar tá sum nú. So vit bíðaðu tolin eftir teimum útlendsku bløðunum. Eg keypti týska blaðið, Stern, har øll søgan, frá tí hann varð skotin, til hann bleiv brendur, stóð í. Hevði ivaleyst brúkt mína seinastu krónu upp á tað blaðið, um tað skuldi verðið. Og eg goymi tað enn onkrastaðni í bunkanum við øllum tilfarinum um John Lennon.
Ongin visti sum sagt meira um hetta enn tað, sum Útvarpið hevði sagt, men tað er heilt vist, at hetta var tað heilt stóra samtaluevnið ta fyrstu tíðina.