? Eg var vist nokk heima hjá okkum á Sevmýri. Sat saman við foreldrunum og hugdi at dystinum. Tað var heilt fantastiskt, og sjálvandi fóru vit út, tá dysturin var liðugur. Lagið var í topp á øllum.
Vit koyrdu ein túr í býin, og har var fólk allastaðni. Nógvir bilar, sum koyrdu aftur og fram og floytaðu. Man kann næstan siga, at tað var óveruligt.
Eg man óivað hava tippað framman undan dystinum, men eg minnist ikki hvat. Tó er onki at ivast í, at eg havi tippað nógv til Eysturríki.
Mín leiklutur í føroyskum fótbólti tá var ikki stórur. Eg var 18 ára gamal og hevði júst fingið fótin inn um á fyrstu deild hjá TB. Hevði spælt onkran dystin. Eisini hevði eg roynt meg á U 16 landsliðnum.
Úrslitið í Landskrona gjørdi heilt víst sítt til, at hugurin eftir at sleppa at leika við føroyska fótbóltslandsliðnum gjørdist størri og betur.
Eg kann ikki siga annað enn, at eg droymi um at uppliva júst hatta. Hatta er heilt sikkurt tað størsta fótbóltsúrslitið í Føroyum nakrantíð, so ja, tað kundi eg væl tonkt mær at verðið við til at endurtikið.
????
- sae -