Hvar var SVF ??


 

Tordur J. Niclasen



Undrunarsamt var tað, at SVF ikki var møtt, tá føroysku svimjararnir komu heimaftur úr Svøríki mánadagin 6. august við ikki færri enn 7 heiðursmerkjum.

EM-kappingin í svimjing fyri rørslutarnað endaði sunnudagin í Stokholm.

Tær komu heimaftur sum hetjur. Heidi Andreasen, Eiði 4 gull og 1 bronsumerki. Esther G. Hansen, Tórshavn við 2 bronsumerkjum.

Í kapping við 38 lond gjørdist Heidi 4 ferðir sigurskvinna, hon setti eitt europeiskt met og so sannuliga eisini eitt heimsmet!!

Mánadagin 2. august stóðu tær saman á sigurðsskamlinum ? onnur á fyrtsa plássi , hin á triðja plássi. Ein stoltleiki fyri føroysku tjóðina!

Heimaftur komnar vórðu tær fagnaðar. Skipað var fyri samkomu í Gundali og var hetta av sonnum ein hátíðarløta.

Seinri á kvøldi vóru tað eiðsfólk, eini 300 komin saman á Vaglinum ? sum heiðraðu bygdagentuni fyri avrik hennara. Ein sonn hátíðarløta!


Accociated Press, men ikki SVF

Á hátíðarløtuni í Gundali var sjónvarpsmaður, men hesin var ikki føroyingur ei heldur umboðaði hann Sjónvarp Føroya. Hesin var frá Associated Press. Umframt upptøku av tí sum fór fram, hevði hann eisini samrøðu við hetjurnar báðar og frálíka venjara teirra.

Mong við mær mundu helst undrast yvir, hví SVF ikki var á staðnum!?

Nú er tað ikki gamansleikur hjá ?leikmanni? at gera vart við seg og siga hvat SVF ?eigur? at senda. Tí niðurstøða teirrasa er sum ofta hon, at ?tað er ein journalistisk meting, hvat ið sendast skal ? og hesa metingina gera vit sjálvi...?


Hvat hevur tíðindavirði?

Loyvi mær allíkavæl at spyrja tykkum, hví vóru tit ikki á staðnum ? Tað at hesar vóru heimaftur komnar við ikki færri enn 7 heiðursmerkjum, hevði tað einki tíðindavirði ? ella er tað nakað sum hendur dag og dagliga? Tað at tann eina setti europeiskt met umframt heimsmet, hevði tað heldur ikki nakað tíðindavirði ? ella er tað nakað sum føroyingar gera dag og dagliga?

Havandi 20 min. longu tíðindasendingina frá týsdegnum 8 august í huga, so er einki at ivast í, at okkurt av tí, ið har var sent kundi vikið fyri stórhendingini í Stokholmi.

Tað er ílagi, at at nakrar hugnaligar myndir verða sendar av grindadrápi har 23 hval leggja beinini, men at ein ?heil bygd? kemur saman at heiðra persóni, sum hevur umboðað Føroyar so heiðurliga, tað er í hugaheiminum hjá teim flestu ein størri hending.

Vónandi taka tit ikki henda spurning illa upp, men geva eina sakliga frágreiðing um hví tit einki gjørdu burturúr hesi stórhending?