Fyrri partur av stóra klassiskaranum í føroyska fótbóltsheiminum skuldi leikast í Gundadali sunnudagin, tá tey bæði mest vinnandi feløgini í landinum, HB og KÍ skuldu royna at
Umframt at tað sjálvsagt altíð stendur nógv á, tá liðini hittast, so var kanska eyka nógv trýst á KÍ leikarunum undan hesum dystinum. Púra óvæntaða tapið móti NSÍ fyri viku síðani, skuldi vaskast burtur aftur, og harumframt vildi ein ósigur eisini viðført, at føroymeistararnir høvdu mist seks stig, nærum áðrenn landskappingin var komin í gongd.
Tomislav við
Tað var eisini greitt, at klaksvíkingar løgdu nógv fyri í royndunum at vinna dystin. Ósemja hevur verið millum fyrrverandi felag hansara, B36, og venjaranum sjálvan, og hetta hevur havt við sær, at spæliloyvi hansara alla tíðina hevur verið í høvuðsstaðnum.
KÍ hevði tó gingið fíggjarligu treytunum hjá havnarmonnum á møti, soleiðis at Tomislav Sivic taldist millum teir 22 menninar, sum beint undan klokkan trý gingið skrúðgongu inn á ovara vøll.
Leikandi KÍ venjarin hevði hesuferð ikki valt eitt heilt so álopshugað útgangsstøði, sum hann ofta hevur gjørt áður. Flata verjan var umskipað, soleiðis at Jan Andreasen aftur var á vanliga leiklutinum sum sweepari, og hóast tað á pappírinum kanska skuldi vera ein 3-4-3 uppstilling, so tóktist Rógvi Jacobsen ógvuliga einsamallur á toppinum, tí Heðin og Tomislav, sum skuldu stuðla álopsmanninum, tóktust meira at vera miðvallar- heldur enn álopsleikarar.
Álopskent spæl var heldur ikki talan um fyrstu løtuna av dystinum. Ta einu ferðina var Heðin tó nær við, eftir at Tomislav og Rógvi høvdu leikt seg ígjøgnum í høgru, men Bárður Johannesen í HB málinum fekk vart fyri.
Sum hálvleikurin leið, megnaði KÍ tó at flyta spælið alt meira oman á HB hálvuna. Við Marek sum miðvallarovasta, megnaðu teir fleiri ferðir at spæla HB miðvøllin tunnan, soleiðis at John og serliga Harley kundu leggja innfyri úr síðunum. Tað var tó so at siga ongantíð, at nakrir serligir málmøguleikar spurdust burtur úr hesum, tí HB málverjin ella verjuleikarar hansara fingu fatur á allarflestu bóltunum.
Hin vegin hendi ikki tað stóra. Størstur vandi tóktist vera á ferð, tá lítli kviki Bárður Mortansson royndi at bróta ígjøgnum, men hann fekk tó sera lítlan stuðul frá viðleikarum sínum.
Størsta møguleikan fekk Bárður tó sjálvur, tá 28 minuttir vóru leiktir. Rúni Nolsøe breyt ígjøgnum høgru megin, og sendi ein bólt innfyri. Bárður kom rennandi við fullari ferð, men púra leysur framman fyri málinum, megnaði hann ikki at fáa skot á bóltin.
Móti endanum av fyrra hálvleiki hendi so tað, sum allir klaksvíkingarnir vóru bangnir um. Bárður hevði bóltinum í vinstru síðu og sendi eitt bólt innyvir málið. Bólturin kom sera nær málinum, og ikki var líkt til, at nakar serligur vandi var á ferð. Gunnar í KÍ málinum kendi seg tó somikið órógvaðan av Jón Róa, at hann ongantíð fekk fatur á bóltinum, soleiðis at Gigi ístaðin kundi setta høvdið á bóltin, sum fór í tóma málið.
KÍ leikararnir vóru í øðini, tí teir mettu Jón Róa hava gjørt fríspark móti málverjanum, men at síggja til hevði Gunnar eins nógva skuld sjálvur. Báðir lupu teir nevnliga alt ov tíðliga upp, og tá Jón Rói var farin áðrenn, kom hann nærum at liggja á rygginunum hjá Gunnari, tá hesin fór upp. Hevði Gunnar ístaðin bakka tvey fet, er einki at ivast í, at hann stillisliga kundi loftað bóltinum, men so var ikki, og HB var nú á odda 1-0.
Megnaðu ikki at skora
Í seinna hálvleiki helt KÍ liðið fram at trýsta. Beint sum hálvleikurin byrjaði, hevði Heðin stóran møguleika, men hann fekk ikki skot á bóltin. Klaksvíkingar royndu sostatt framhaldandi at trýsta, men í hinum endanum vóru havnarmenninir nú eisini nógv hvassari, enn teir høvdu verið fyrra umfarið. Tvær ferðir var um reppið, at teir øktu um leiðsluna, men fyrru ferð prikaði Símun bóltin á stongina, meðan sami leikari seinni skeyt beint í krovið á málverjanum.
Møguleikararnir hjá HB førdu eisini við sær, at KÍ alla tíðina mátti ansa eftir í verjupartinum, hóast teir eisini máttu satsa. Møguleikar høvdu teir tó fleiri av, og tað einu ferðina var eisini líkt til, at tað hevði eydnast teimum at javna. Tað var tá Heðin sendi eitt kanónskot á undirsíðuna av tvørstongini, bólturin støkk í svørðin og út aftur í spæl, men uppfylgjandi skallarin fór við síðuna av málinum. Linjuverjin veitraði tó við flagginum, og tá dómarin helt hann veitra fyri, at bólturin hevði verið innanfyri, tá Heðin skeyt, dømdi hann mál.
Frøin var sjálvandi ovurhonds stór á KÍ leikarunum, men alt meðan teir fegnaðust um málið, gjørdi linjuverjin dómaran varugan við, at hann hevði veitrað fyri rangstøðu í næstu málroyndini.
Stutt eftir hetta varð HB liðið skorið niður í 10 mans, tá Hans var ov seinur, og ístaðin jarðlegði Rógva við einari fúlari eftirtakling. Longu áðrenn frísparkið fyri hetta varð tikið, átti HB liðið helst eisini at verið skert enn meira. Í trunkanum av fólki, sum bíðaðu eftir frísparkinum, langaði Florin til Rógva, so hesin enn einaferð lá skerflatur. Hvørki dómarar ella linjuverjar sóu tó hendingina, so HB leikararnir sluppu við hvøkkinum.
Tíðin var nú farin at halla, og trýstið frá KÍ gjørdist alt meira desperat, og hetta opnaði eisini fyri mótálopum, men hóast HB í einum tveimum førum hevði sera góðar umstøður, so megnaðu teir ongantíð at gera sær rættuliga dælt av hesum.
Framman fyri HB málið kundi Heðin havt gjørt sítt til fyri at fáa javnvág í roknskapin, men fyrru ferðina skeyt hann, ístaðin fyri at spæla upp á tvørs, og seinnu ferðina gjørdi hann heldur skjótt av, tá hann púra leysur skeyt á brotsteigamarkinum.
Nærri enn tað sama komu klaksvíkingarnir ikki, og tí kundu HB leikararnir fegnast, tá dómarans floyta hevði ljóðað fyri seinastu ferð.
Størsta orsøkin, til at KÍ heldur ikki hesu ferð fekk stig við sær, er, at teir als ikki tykjast hava vunnið á missinum av Kurt Mørkøre.
Enn er kanska nakað tíðliga á árinum, soleiðis at rætta gliðið ikki er komið á sjálvt spælið, men kortini megnaðu teir fleiri ferð at bróta seg ígjøgnum í síðunum. Bóltarnir komu eisini væl innfyri, men í flestu førum var álopið alt ov tannleyst. Ikki tí, Rógvi er framúr sterkur við høvdinum, men hann hevur ikki styrkina hjá Kurt, og tí megnaði hann ongantíð at skapa vandamiklar støður burtur úr innleggunum.
Hinvegin var hann maðurin handan flestu KÍ møguleikarnar, tá hann fleiri ferðir fekk snittað bóltin víðari, soleiðis at Heðin kundi renna bóltin upp, men sum longu nevnt, so spurdist heldur einki burtur úr hesum.
Hjá HB er støðan eitt sindur øðrvísi. Málsetningur teirra er ikki heilt so høgur, sum hann er hjá klaksvíkingunum, og tí er ikki sama trýstið á leikarunum. Nýskipanin av liðnum tykist longu nu vera væl ávegis, men kortini hava leikararnir ikki funnið seg heilt til rættis á øllum plássum.
Serliga tykjast Jón Rói Jacobsen og Símun Eliasen at hava trupulleikar við spælinum. Eingin ivi er um, at fótbóltsevnini hjá Jón Róa eru góð, men enn eru nakrir manglar. Serliga er tað í renningini uttan bólt, at hann kann betra seg, og her kann hann uttan iva læra nógv av álopsfelaga sínum, Bárða Mortanssyni. Símun hevur higartil altíð leikt mitt á miðvøllinum, og nú hann er staddur vinstrumegin, tykist hann als ikki hava funnið seg til rættis. Styrki hansara hevur eisini altíð verið at hann megnar at blandað seg upp í so at siga alt á miðvøllinum, men hetta kemur als ikki til sín rætt nú.
Samanumtikið er tó líkt til, at spælið hjá nýggja HB liðnum er á eini leið, og í øllum førum hevur felagið við hesum eitt gott grundarlag at byggja framtíðar fyrstudeildarlið felagsins á. Hvørt hetta verður nóg mikið til at vinna heiðursmerki longu í ár, er helst ov tíðliga at siga enn, men fyribils hevur úrtøkan verið 100%, og tað man ikki vera so heilt av leið.
HB-KÍ 1-0 (1-0)
1-0 Gigi 43.
Dómari: Jens Petur Brattalíð
HB:
Bárður Johannesen - Jóhannis Joensen, Florin Miháescu, Hans á Lag, Janus Joensen - Gigi, Ingi Rasmussen, Rúni Nolsøe, Símun Eliasen - Jón Rói Jacobsen, Bárður Mortansson
KÍ:
Gunnar á Steig - Ove Nysted, Jan Andreasen, Niclas Niclasen - Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Mark Wiersbicki, John Ryan - Tomislav Sivic, Rógvi Jacobsen, Heðin á Lakjuni