Nógva virksemið við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík ávirkar nú beinleiðis ferðslutrygdini hjá nógvu børnunum, sum ganga millum skúlar, ítróttarhøll, fótbóltsvøll og fimleikarhallir í økinum.
Um 800 næmingar ganga í teimum báðum skúlunum í Hoyvík, Skúlanum við Løgmannabreyt og Hoyvíkar skúla.
Ørkymlað foreldur hava ringt til okkara í sambandi við, at báðar gongubreytirnar við Karlamagnusarbreyt eru sperraðar, tí bygt verður báðu megin við. Eingin trygdargyrðing er sett upp til gongufólk, men bilarnir súsar fram við sum um einki var hent.
– Hvussu ber hetta til? Kann man virkuliga fara so lætt um ferðslutrygdina í økinum, spyrja foreldur
Tey vísa á, at nógv børn ganga fram við har fleiri ferðir um dagin. Summi skulu í skúla, onnur til ítrótt. Báðir skúlarnir liggja hvør sínu megin við hesar stongdu gongubreytirnar, umframt at har er fótbóltsvøllur og ítróttarhøll eisini, og nógv børn til eisini til ítrótt í fimleikarhallunum í skúlunum báðum.
Tað halda tí, at hetta er beinleiðis ábyrgdarleyst. Tey skilja væl, at tað krevur pláss, tá hús verða bygd so tætt við vegin, men at tað hevði borið væl til at gyrðingar upp, sum vardu børnini.
– Hví er tað so umráðandi at seta gyrðing við 2 metra høgum hegni fram við hjá Bústøðum? Tá tað kann gerast, so hevði eisini borið til at sett betongklossar við gyrðing uttanfyri, so børnini trygt kundu gingið fram við byggiplássunum uttan at seta ferðslutrygdina í váða, sum nú, halda foreldrini.









