Norðurlendskt samstarv fánar burtur

– Eg eri skakkur av at kenna meg so langt burtur frá tí norðurlendska, skrivar Birgir Kruse í bloggi

– Eftir siti eg við eini kenslu av, at fólksliga saftin og kraftin, sum fyrr eyðkendi norðurlendska samstarvið millum fólk, býir og felagsskapir, er fánað burtur í einki.

 

Tað skrivar Birgir Kruse í Birk-bloggi, sum snýr seg um norðurlendskan samleika og samstarv.

 

– Týsdagin í ovurmorgin verða norðurlendsku virðislønirnar handaðar fyri bestu bók, besta film og so framvegis. Má siga, at sum latentur nordistur, eri eg skakkur av, at kenna meg so langt burtur frá tí norðurlendska, hóast eg javnt og samt uppsøki tað norðurlendska á øllum økjum, skrivar hann og spyr, hvar tað norðurlendska fór.

 

Birgir Kruse er ovfarin av, hvat norðurlendingar halda er tað týdningarmesta hjá norðurlondum at samstarva um.

 

– Orsøkin til at eg ógvist, eisini tá eg hyggi eftir undanfarnu kanningunum um somu viðurskifti, er, at fyrr bygdi fólksliga gullið í norðurlendskum samstarvi á tvey viðurskifti: mál og mentan. Nú eru hesi bæði viðurskifti endað á niðastu rók, meðan kriminalitetur um landamørkini er fremsta norðurlendska avbjóðing í dag, skrivar hann.

 

Bloggurin kann lesast í fullum líki her.