Malcom X segði einaferð, at vandamiklasta menniskjan á klótuni er maðurin, sum einki hevur at missa. ? Orðini runnu mær til hugs, tá ið eg sá ta frálíku týsku sjónvarpssendingina um flogskipararnar, sum blivu heimskendir við ein brest, tá ið yvirgangsatsóknin varð framd móti New York. Tí tankin rakti meg, hvar er humanisman í hesum londunum? Hvussu trívist humanisman í miklari fátækt og sosialum órættvísi í einaræðislondum, sum verða stýrd eftir andaligum lógum? So sum so, ella als ikki?
Um vit kunnu siga, at nakað gott kom burturúr atsóknunum móti USA, so kunnu vit staðfesta, at rættvísiskrossferðin, George W. Bush spontant boðaði, tá ið hann segði, at tann, sum ikki var við var ímóti, í eini handavending setti andaliga miðaldarstýrið hjá talibanum til viks. Men vit mugu ansa okkum, at vit ikki sleppa humanismuni uppá fjall aftur í Afghanistan. Tí so verður tað sum í 80?unum, har tað eydnaðist Mujahedin við amerikanskum stuðli (og lyftum um frælsi og fólkaræði) at møða Reyða Herin so mikið, at russar stungu í sekkin og rýmdu norðuraftur, og harvið ruddaðu slóð fyri taleban. At russar fóru heim til glasnost, perestroika og eitt heimsveldi í lepum, er ein onnur søga, men eisini har hevði fólkið fingið nokk av lygnum, kúgan og vantandi vælferð. ? Tí tað var humanisman við sínum kravi um opinleika og rættvísi, sum átti heiðurin, tá ið Sovjettsamveldið syndraðist og eingin annar!
Bæði vit í vesturheiminum, muslimarnir og kúgað fólk um allan heimin hava brúk fyri humanismuni. ? Og tá meini eg ikki tann eftirgevandi hugburðin, sum í navni humanismunnar góðtekur mentanarliga kúging av medmenniskjum okkara, tí man er áh so hugtikin av fremmandum mentanum, tí kúgan er kúgan og kann ikki verjast útfrá mentanarligum og søguligum orsøkum, hvørki beinleiðis ella í yvirførdum týdningi. ? Tað er einki, ið kann forsvara umskering av gentubørnum og steining av ótrúgvum kvinnum, bara fyri at nevna tvey dømi.
Vit hava brúk fyri teirri humanismuni, sum loyvir sær at seta orð á sambandið millum hendingar og gerðir. Teirri humanismuni, sum loyvir sær at seta spurnartekin við svørt-hvítu fatanina, ið býtir heimin upp í eitt vit-hini bílæt, sum jú var høvuðsorsøkin til, at niðurtøkan av tvíburðatornunum kom sum eitt sjokk hjá so nógvum. ? Tað er ikki bara talan um andaligan ørskap, tí um arabaralondini vóru vælvirkandi vælferðarstatir, so høvdu tey sjálvi verið áhugað í (og helst eisini før fyri) at steðga teimum mest ekstremu bólkunum.
Vit eru so errin av, at vit liva í demokratiska partinum av heiminum við talifrælsi og trúarfrælsi, men hava vit gloymt, at hesi rættindi als ikki eru gudgivin? Tað er heldur tvørturímóti! ? Tað var jú ikki fyrr enn djarvir einstaklingar (m&k) í hópatali vórðu beindir av vegnum ella settir í misálit, at fleiri og fleiri raknaðu við og kravdu, og at enda eisini fingu, lógarverkið aftur á verðsliga grund.
Og tað var tað, sum gjørdi okkum fræls.
Hopi bert, at humanisman yvirlivir 11. september 2001.