Fólkatalið í Tórshavnar Kommunu er ikki vaksið nógv tey seinstu árini, og sjálvandi er ein av orsøkunum, at fólk ikki flyta til kommununa tann, at eingi grundgrundstykkir eru at fáa til keyps til ein sámuligan kostnað.
Sitandi samgonga skrivar og tosar um, hvat er gjørt í kommununi í hesum valskeiðinum. Eitt er vist, og tað er, at henda samgonga hevur ikki givið borgarum í kommununi møguleika at ogna sær eitt grundstykki, og tað er ein av orsøkunum til, at kommunan ikki veksur.
Sitandi samgonga arbeiðir við einari útstykking uppi í hoyvíkshaganum, stykkini eru 200 fermetrar og kostnaðurin er 575 túsund krónur, arbeiði er ongan veg komi, tí at fólk ikki kunnu gjalda henda høga prís. Tað er synd at siga, at sitandi samgonga ger nakað fyri at útvega grundstykkir fyri ein rímuligan kostnað.
Henda trupulleika vil eg loysa , um eg verði valdur.