Veljarar, sum atkvøða flokspolitiskt til kommunuval, eru bara atkvøðuneyt hjá býráðslimum, ið ikki kenna eina stevnuskrá frá telefonbókini. Flokkarnir fylgja allíkavæl ikki sínum stevnuskráum í kommunupolitikki.
Vit mugu koma víðari í Suðuroy
Fyri at koma úr naggatódnini í Suðuroy, er neyðugt at fáa fólk inn í bý-og bygdaráð, sum veruliga arbeiða fyri einari samanlagdari oyggj, tí sitandi “gomlu” býráðspolitikkarar hava ikki megna at koma úr stað. Hetta verður best tryggja, við at suðuroyarlistar/borgaralistar verða gjørdir, serstakliga á Tvøroyri og í Vági.
Á Tvøroyri sita býráðslimir, sum siga at teir vilja leggja saman, men at alt skal liggja á Tvøroyri og við tí hugburðinum koma vit ikki víðari, tað hava tey seinastu fýra árini so syrgiliga víst.
Í Vági er býráði ímóti at leggja saman, helst tí tey kenna hugburðin hjá býráðslimum á Tvøroyri, og tíverri hava báðir partar ikki hugsjón til at síggja út um egnar bøgarðar.
Barnafrádrátt ella fundarpengar
Men við nýggjum fólkið, ið veruliga ynskja at gera tað besta í einari samanlagdari oyggj, skuldi eingin vandi verði fyri, at nakar verður fyri mismuni.
Vit fáa betri møguleikar til at raðfesta barnaansing og byggja barnagarðar, gera umstøðurnar hjá skúlabørnum og lærarum betri, byggja røktarheim og bjóða okkara eldri betri tilboð, betra umstøður hjá vinnuni og ítróttarfeløgum, og ikki at gloyma, fáa færri býráðslimir og harvið spara fleiri milliónir í fundarsamsýning, sum ístaðin, til dømis, kunnu nýtast til at hækka barnafrádráttin.
Tí er tað so avgerandi, at velja tey røttu fólkini, sum siga tað tey meina, og ikki tey, sum siga eitt og gera nakað heilt annað og ið bert nýta veljaran sum hent atkvøðuneyt.