Hvar eru okkara fulltíðar politikarar í Norðoyggjum?

Politikararnir, sum vilja veljast í høvuðsstaðnum, hava leingi verið úti eftir Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og nú sær okkara landsalmenna Kringvarp Føroya einsíðugt út til at vera farið í hernað ímóti hesum stakkals stovni, tí einki uttan fyri  høvuðsstaðin tykist fáa frið. Hvussu ber tað so til, at vit í dag illa nokk hoyra eitt veruligt mótmæli og enn minni síggja til nakað samanhald millum okkara fulltíðar fólkavaldu her í Norðoyggjum?

 

Sum fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu í tvær býráðssetur kenni eg til at vera fulltíðar politikari, so eg veit, hvussu strævið og krevjandi tað til tíðir kann vera. Tí haldi eg meg hava tær neyðugu royndirnar til at kunna siga mína hugsan um teir, sum nú eru fulltíðar fólkavaldir politikarar í Norðoyggjum.

 

Eg veit eisini av royndum, at í politikki eru tingini verri enn so altíð soleiðis, sum tey síggja út alment.  Allíkavæl eri eg í dag komin til eina hugtunga niðurstøðu, tí eg haldi veruliga ikki, at eg nakrantíð fyrr í mínum drúgva politiska lívi havi upplivað politikararnar í Norðoyggjum so uppgevandi og uttan vilja til at standa saman um tey stóru og týðandi málini her í lokalsamfelagnum.

 

Ein politikari má brenna fyri sakini

Eingin er fullkomin, og allarminst vit, sum hava drúgvar royndir í politikki, og tað er heldur ikki fullkomnum fólki, vit skulu leita eftir og velja inn at umboða okkum sum fulltíðar politikarar.

 

Harafturímóti eiga vit sum eitt minstamark at krevja av einum og hvørjum politikara, sum stillar upp og verður valdur inn, at hann er góður við sín uppruna og við sín heimstað, at hann stendur við tað, hann sigur seg vilja arbeiða fyri, og ikki minst, at hann torir at taka tey neyðugu tøkini, eisini saman við øðrum politikarum, tá ið tað krevst.

 

Stutt sagt: Ein politikari má brenna fyri sakini, og ikki bara fyri sær sjálvum, tí ger hann hetta seinna, so er hann ein vánaligur politikari, ið setur egin áhugamál fremst, eisini tá ið álvarsmál hótta tað samfelag, hann er valdur inn at umboða.

 

Hetta síðstnevnda er tað, sum eg haldi, at vit uppliva beint nú, tá ið tað kemur til Klaksvíkar Sjúkrahús. Her tykjast allir okkara fulltíðar politikarar at vera  meira ella minni líkasælir um okkara stóra og stolta stovn her í Klaksvík, sum í nógv ár hevur havt størri effektivitet pr. brúkta krónu og størri nøgdsemi millum brúkararnar.

 

Allíkavæl tykjast okkara fulltíðar fólkavaldu at vera púra uttan initiativ til at gera nakað sum helst veruligt við hetta álvarsmál, har Klaksvíkar Sjúkrahús av almennu miðlunum í dag er fyri miðvísari propagandaherferð, meðan okkara egnu fólkavaldu hyggja passivt at og ikki eingong standa saman, sum var tað minsta,  ein má krevja av teimum.

 

Ein gøla at Føroyar blivu eitt valdømi

Eg minnist, hvussu staðiliga eg sum táverandi borgarstjóri ávaraði okkara landspolitikarar ímóti at taka av skipanina við teimum 7 løgtingsvaldømunum, sum tryggjaði, at allir landspartar høvdu eina lógartryggjaða umboðan á Føroya Løgtingi, uttan mun til valúrslit og tilvildarlig atkvøðubýti.

 

Tá førdi eg millum annað fram, at um landspartarnir í Føroyum mistu síni valdømisumboð á Føroya Løgtingi, so fór hetta so við og við at máa støðið undan styrkini í hesum økjum og at ómynduggera landspartarnar, eisini Norðoyggjar.

 

Eg eri ræddur fyri, at tað er júst hetta, sum er í ferð við at henda, nú vit síggja, hvussu veik og initiativleys tey tykjast at vera, sum í dag eru vald á løgting og búgva í Norðoyggjum, og hendan ómegdin sær tíverri tú til at smitta inn í býráð og bygdaráð. Tað sær út til, at politikararnir í Norðoyggjum í dag ikki tora at tala Tórshavn ímóti, men velja heldur at tekkjast miðdeplinum í hesum eina og stóra valdøminum Føroyar, kanska tí tey vóna at fáa atkvøður haðani.

 

Hetta er syrgiligt at síggja í dag, men eg kann í dag siga, at eg sá hetta koma, áðrenn skaðin hendi, og tí ávaraði eg eisini ímóti tí, men tíverri fyri fleiri deyvum oyrum, tí Føroya Løgting samtykti at avtaka valdømini, eisini við atkvøðum frá løgtingslimum, búsitandi úti um landið.

 

Ein stór og einsíðug propagandamaskina

Eg átti at vænta mær av okkara journalistum í Kringvarpi Føroya, at teir lýsa øll mál frá øllum síðum, eisini sjúkrahúsmálið. Men eg má tíverri viðganga, at eg vænti ikki annað enn tað, sum vit í dag eru vitni til mestsum hvønn dag, har læknar, stjórar og politikarar í høvuðsstaðnum upp á skift sleppa framat mikrofonini at júka upp og niður um, at alt bara má og skal liggja á LS.

 

Einki um veikleikar á LS, eingin samanbering av effektivitetinum á teimum 3 sjúkrahúsunum, einki um, hvørjar sergreinar og viðgerðir hóskandi liggja á smærru sjúkrahúsunum. Nei, har snýr hvørt einasta innslag seg um eina  einsíðuga lýsing av sjúkrahúsmálinum, har alt virksemi uttan fyri høvuðsstaðin verður ynskt, har piparið grør.

 

Tíverri vænti eg mær ikki meira av hesum miðlunum, sjálvt um vit øll gjalda fyri teir. Ikki tí, har arbeiða nógv skilafólk, men tann ráðandi tíðindalinjan er ikki at taka feil av, hon er sentralistisk so tað syngur eftirí. Hetta sigi eg av drúgvum politiskum royndum sum býráðspolitikari og borgarstjóri í næststørsta býi í landinum, Klaksvík.

 

Men lat meg enda hesa grein við at sláa fast, at eg vænti mær meira av okkara fólkavaldu enn tað, sum teir í dag avrika fyri ein so týdningarmiklan stovn, sum Klaksvíkar Sjúkrahús er, og sum býráðslimur og varaborgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu mótmæli eg upp á tað harðasta ta ringu viðferð, hesin stolti og væl virkandi stovnur fær frá løgtingi og landsstýri.

 

Her má vend koma í og tað í stundini, áðrenn størri skaði er hendur.

 

Klaksvík, 9. mai 2015

Steinbjørn O. Jacobsen