Bjørt Samuelsen og Sjúrður Skaale dáma væl at renna - so væl, at tey eru farin allan vegin til New York fyri at renna marathon. Alt gott um tað. Men tað skurrar, at tey bæði skulka frá løgtingsarbeiðinum fyri at fara ein slíkan túr. Tey kunnu illa siga, at tey umboð løgtingið í marathonrenning í New York, ella?
Portalurin og Rás2 bóru hesi tíðindi mikudagin - og Høgni Hoydal varð biðin um viðmerking, men hann bar seg undan.
Kringvarpið hevur ikki nevnt hetta. Men tíðindaleiðarin í útvarpinum, Óluva Zachariassen er vinur við Bjørt Samuelsen á Facebook, og har skrivar hon, at »tað er ordiliga gott pressað« av Bjørt.
Vit spyrja bara, hvar eru tær kritisku brillurnar hjá útvarpinum?
Tað kann ikki vera rætt, at tíðindaleiðarin skrivar slíka heilsan til ein politikara, sum hevur gjørt nakað kritiskt við at taka løn fyri frítíðartúr...
Hvar eru kritisku public service brillurinar hjá Kringvarpinum?