Jan Haldansen
Val er fjórða hvørt ár, øll valevnini skriva og profilera seg í eyst og vest. Hvat sker eftir hann er valdur, fer hann í dvala, svevur hann ella vaknar hann ikki eftir sigurin?
Hetta eru spurningar sum nógvum fólki listir at vita. Ella er tað soleiðis, at tann nývaldi politikarin broytist, tá hann traðkar inn um gáttina í tinghúsinum.
Nú fer at stunda til nýtt fýra ára skeið hjá teimum ymisku politikaranum, og tað fyrsta sum verður engt við, verður hvat teir hava fingið av skafti, hvat er í umbúna, hvør hevði skylduna av tí, at tað ikki lat seg gera, yvirskot/undirskot á fíggjarlógini o.s.fr.
Er nøkur skomm skapt í einum politikara?
Út av teimum 32 valdu eru ikki meiri enn 5, 6, 7 reellir politikarir, restin situr og svevur í tímanum ella gløðir eftir hvat hinir gera, - royna at spenna bein fyri góðum politikki.
Okkurt er galið, hvat tað er, eri eg ikki heilt greiður yvir.
Verður snakkað um fiskivinnumál, leypa allir á blámann, hvør hevur betur loysn enn mótstøðuparturin. Loysn upp á hvat?
Hyggja politikkarar eftir tí lokala samfelagnum ella øllum landinum at frama.
Tíverri verður hugt ov ofta eftir tí lítla lokala samfelagnum, har politikkarin kemur frá. Hetta hevur viðført til nógvar smáar loysnir sum ikki eru til gagn fyri alt samfelagið, og víðari førir til trætur og ónøgd runt í landinum.
Tað eru ikki fólkini, men politikkarin sum hevur skapt hesa ónøgd, men hann ger ikki mætari enn, at geva skylduna yvir á onkran annan politikkara, sum so ger tað sama sum undanfarni. Hetta spinnaríði koyrir so víðari inntil eingin tímir at spyrja/hoyra meira um málið.
Nógv tos hevur verði frammi um EFTA limaskap, tættari samstarv við ES, kommunusamanlegging, ríkisfelagsskapin , skattalætta og onnur mál sum kemur øllum fólkinum við.
EFTA kunnu vit eftir øllum at døma skjóta ein langan hvítan píl eftir, ES ræðast ávísir flokkar.
Men tað sker ikki meira enn, tosa og tosa, kanna og kanna.
Hví verður málið um ES ikki lýst væl og virðiliga, har fyrimunir og vansar verða kannaðir, so fólki kann fáa eina meining um málið og síðan sent út til fókaætkvøðu?
Ikki sum nú er, har ræðumyndir og tílíkt verður ført framm av teimum nei siganadi politikkaranum, og tað mótsatta frá hinari síðuni.
Vit kunnu ikki fáa tað røttu myndina fram fyrr ein nágreinilig kanning er gjørd, til frama ella ikki, fyri land okkara. Eingin einstakur politikkari kanna siga hvat er rætt ella skeivt.
Hevði hetta verði gjørt, so kundu politikkarinir arbeitt víðari eftir eina fólkaætkvøðu. Vildu føroyingar inn í ES, ja so høvdu polittikarinir havt nakað at arbeitt við. Var so støðan hin móttsatta, ja so høvdu teir eisini fingið at vita, hvat teir ikki skullu arbeiða framm ímóti, tað sama er galdandi fyri ríkisfelagsskapin við danir. Men tað sær út til, at teir heldur vilja keglast um spurningin nøkur ár afturat, - nei eingin hevur bein í nøsini og tekur stig til tílíkt.
Kommunusamanlegging er eitt heitt mál - men hongur í leysari luft enn.
Hví ikki politiskt áleggja at 7 kommunueindir skulu verða innan t.d. 2010?
Sum nú er so kundi Tvøroyra Kommuna lagt saman við Sands Kommunu um tær vóru einigar. Men hvat borgarin hevði fingið burtur úr, tað viti gud.
At enda vil eg koma við einum uppskoti til allar politikkar. Hetta uppskot fer at geva okkum føroyingum eina hylling av, hvør er ein politikkari ella hvør situr í havnini og roynur at tekkjast sær sjálvum/næstringum.
Framtíðin
Leggið kommununar saman í 7 eindir innan 2010 (Norðoyggjar, Eysturoyggin í tvær kommunur, restin av Streymoynni í eina, Vágar í eina, Sandoyggin, Suðuroyggin).
Landið sanera skuld hjá teimum mest trongdu kommununum so tær kunnu koma uppundan. Hetta má gerast fyri at kommununar kunnu fóta sær eftir truplu 90´ini. Allar kommununar koma eftir hetta at verða líkastillaðar.
Kommunuskattaprocentið verður sett til 18%. Hetta procentið skal ikki kunna fara upp á nakran hátt, heldur hinvegin.
Skattaprocentið hjá landinum verður sett til max 17%.
Eldraøkið verður lagt út til allar kommununar, har landið letur pening fylgja við og gjaldir partvís fyri bygginguna. Kommunan yvirtekur raksturin og viðlíkahald, fyri restina av tíðini byggningurin verður brúktur til endamálið.
ES-málið og ríkisfelagsskap-málið verða sendar út til fólkaatkvøðu. Fáa eina avvikling av hvat fólkið vil
MVG verður koyrt upp til 27% á allar vørur. Einki undantak.
Pensiónskipanin verður gjørd einkul, 10.000 krónur um mánaðin, eingin ekstra ískoytir. Hesi ískoyti gera tað bara trupult fyri umsitingina.
Eg kundi blivið við, men onkrastaðni má steðgast. Hesi omanfyri nevndu punktir, eru fyri flestu føroyingar tey í greiða skal fáast á, ella koma vit ikki víðari.
Hevði eitt tílíkt uppskot verið samtykt í tinginum, høvdu fylginar verði fylgjandi:
Meiri peningur hjá fólki at brúkt ella hvat tey nú einferð vildu. Størri keypsorka vil sjálvandi viðføra meira inntøka av MVG til landið.
Øll gjalda sama topskatt, sjómaðurin, flakakonan, akademikarin o. s. fr, sum víðari vildi ført til størri nøgdsemi hjá fólkið og fakfeløgum.
Tey gomlu høvdu havt eina trygga inntøku.
Kommununar kundu lagt eina landtíðar ætlan, har eingin skuld gjørdi foringar, men tó skal eitt íløguloft verða, fyri hvussu nógv kann spanderst hvørt árið sær.
Hetta eru so nakrir fyrimunir, teir eru tó fleiri. Vansar dugi eg ikki at síggja, men um teir eru tilstaðar so kundi onkur greitt mær frá teimum.
Vit eiga nógv dugnaligt fólk og eisini fyritøkur innan tøkni sum skjótt høvdu sett eina skipan saman, soleiðis at omanfyri nevndu punkt kundu blivi veruleikið.
Lógarbroytingar skullu til, men tað er jú tað, vit hava politikkarar og umsitingina til.










