Henda spurning tók býráðið í Runavík støðu til á fundinum, sum varð hildin hósdagin. Her varð ein tekning løgd fram um markið, og samtykti býráðið at fylgja hesi tilráðingini.
Markið gongur millum annað eftir gamla útgarðinum millum bøin á Glyvrum og hagan, men fer annars framvið og gjøgnum traðir á leiðini.
Byggi- og býarskipanarnevndin hevur havt málið til umrøðu, og varð teirra tilráðing samtykt.
Spurningurin um markið millum Runavík og Saltangará varð eisini til viðgerðar, men her vórðu ongar broytingar gjørdar.