Hvar er markið ?

   

Lisbeth L. Petersen
????????????????

Nú er Høgni Hoydal aftur farin at gera um seg í Danmark.
Hesu ferð vil hann ikki finna seg ikki í, at danska stjórnin samstarvar við ES um møguliga nýggja felags grundlóg uttan at spyrja føroyingar (les Høgna H.) fyrst!
Ja, hvat billa danir sær í veruleikanum inn? tykist Høgni spyrja.
Ótrúligt at sami Høgni, sum ikki vil hava aðrar at blanda seg í føroysk viðurskifti, nú við spyrjast fyrst, áðrenn danir samráðast um sína framtíð innan - ella kanska uttan fyri ES (tann møguleiki finst nevniliga eisini).
Ella er tað nú so ótrúligt allíkavæl? Kundu vit vænta annað?
Formaður Tjóðveldisfloksins hevur jú ferð eftir ferð drigið føroysk mál, ið fyrst og fremst áttu at verið umrødd og viðgjørd her heima, niður á danska fólkatingið, so hetta málið er sum so onki undantak.
At danir, ið hava valt at vera limir í ES, fyrst skulu spyrja ella biðja Føroyar og Grønland um loyvi ella ráð, tá hesir sjálvir hava valt at standa uttanfyri, er órímiligt.
Tá ella um danir kunnu semjast um lógaruppskotið og verandi undantøk, og um úrslitið av donsku fólkaatkvøðuni til ta tíð verður eitt ja til eina felags grundlóg ella "forfatningstraktat, so skal sjálvandi greitt vera, hvørja ávirkan tað fær á viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum.
Veruleikin er jú eisini tann, at m.a. flokkur Høgna higartil herheima hvørki hevur viljað vita av almennum kjaki ella kanningum í sambandi við viðurskifti ella tilknýti Føroya til sama felagsskap í framtíðini.
Tað er ikki sørt ósmæðið av formanni Tjóðveldisfloksins at bera seg so at, sum hann ger, tí viðgerðin av lógini krevur sína tíð, og úrslitið skulu danir sjálvir gera av, eins og vit føroyingar sjálvir skulu gera av, hvussu okkara støða skal vera.
Hvussu kann Høgni Hoydal krevja, at aðrir skulu hava virðing fyri okkum, tá hann okkara vegna hevur so lítla virðing fyri øðrum?