Hvar er felagskenslan?

Emma Petersen
bygdarráðslimurHovi
????
Hoyrdi tíðindini á middegi leygardagin, tá borgarstjórin á Tvøroyri alment úttalaði seg um, at býráðið á Tvøroyri hevur bjóðað Vágs býráði heilsuskúlan, um tvørámenn í staðin fyri kunnu fáa ellis- og røktarheimið til Tvøroyrar.
Hann greiddi frá, at meirilutin í Vágs býráði hevur tikið undir við hesum.
Álvaratos!
Eru hetta ikki almennir stovnar, sum hesir kommunalpolitikarar taka sær rætt til at flyta runt uppá eftir teirra egna tykki.
Eru tað nakrir fáir lokalpolitikarar, ið skulu avgera, hvar hesir stovnar skulu byggjast?
Býráðsformaðurin førdi fram, at hetta var ein roynd at savna oynna í eina kommunu, og kunngjørdi við gráturødd, at avgerð landsstýrisins var eitt afturstig fyri hesa roynd.
Eftir míni metan mást tú fyrst trína nøkur fet framá, áðrenn tú stígur eitt stig aftur.
Tað er ikki nakað gott tekin fyri samarbeiði, tá tað primera í samarbeiðinum skal vera eitt ófrávíkiligt krav um ágóðar til ávísar kommunur.
Kristin Michelsen, sum hevur proklamerað seg sum ídnan talsmann fyri at savna Suðuroynna í eina kommunu, sær út til at hava gloymt, at tað eru sjey kommunur í oynni og ikki tvær. Í teimum fimm »smáu« kommununum býr hóast alt meiri enn ein triðingur av oyggjarbúgv-unum.
Ringt verður at savna oynna í eina kommunu, so leingi sum eingin megnar at hyggja út um sítt egna kommunumark.
Báðar tær størru kommunurnar eru farnar í holt við at handa hvørjari aðrari almennar gávur. »Gev okkum ellisheimið, so fáa tykur skúlan«.
Hetta verður gjørt, sigur Kristin, fyri at fáa Vágs kommunu við í eina felags kommunu.
»Fyri fyrstu ferð melda okur felags út«, varð sagt í útvarpinum.
At tað skal vera eitt stórt frambrot fyri samarbeiðið í Suðuroy, at Tvøroyri og Vágur eru samdar um at býta tað, sum er av »ágóðum« í millum sín, er eftir míni metan heldur egin nalvaskoðan enn framskygdur samarbeiðspoli-tikkur.
Spennandi verður at vita hvørja gávu Tvøroyri fer at lata hinum kommununum, fyri at fáa tær við í felagskórið.
Sjálv eri eg ein teirra, ið haldi, at tað er ongantíð ov skjótt, at kommunurnar í oynni verða lagdar í eina kommunu, men hesar útsagnirnar frá leiðandi monnum í oynni ger, at tú fert at ivast í, hvussu skilið verður aftaná eina møguliga samanlegging. Skal samarbeiðið ganga undir regluni um, at: »Eg lati einki, men vil hava alt«, so eru útlitini einki serlig.
»Nú hava okur so mist alt«, var syrgiligi endin á samrøðuni við Kristin Michelsen.
Vælsignaði Kristin! Turka tárini úr eygunum og hygg rundan um teg á Tvøroyri. Sært tú ikki sjúkrahúsið, ellisheimið, toll- og skattstovuna, almannastovuna, politistøðina og rúsdrekkasøluna?
Alt almenn arbeiðspláss.
Tú skalt ikki vera bangin fyri at nakar av okkum fer at krevja tey løgd aðrastaðni.
Tað hevur ongantíð verið nakar trupulleiki fyri suðuroyingar, at tey eru á Tvøroyri, og vit rokna tey sum stovnar, vit øll kunnu nýta í felag.
Men við tí er ikki sagt, at eingin almennur stovnur skal kunna liggja aðrastaðni enn í báðum teimum størru bygdunum.
Prikkin yvir i-ið setti Jógvan Krosslá, fyrrverandi býráðsformaður í Vági, í endanum á tíðindasendingini.
? Okur hava ikki ráð at byggja eitt ellisheim í Vági, varð hann endurgivin fyri at siga.
Samstundis fáa vit at vita, at hesin maður maðurin tekur undir við at gjalda fyri eitt ellisheim á Tvøroyri.
Stuttligt hevði verið at fingið at vita, hví tað er so nógv dýrari at byggja í Vági.
»Tvørámenn fara ikki at gjalda fyri eitt ellisheim í Vági«, varð sagt, samstundis sum meirilutin í Vági, sambært Kristini Michelsen, hevur játtað at gjalda fyri eitt ellisheim á Tvøroyri. Hvar er logikkurin í hesum útsøgnum?
Sami Jógvan Krosslá var aftur á skránni í tíðindasendingini sunnukvøldið við einum margháttligum og sera agressivum úttalilsi um, at nú var krígsstøða í Suðuroynni og at nú bleiv eingin kommunusamanlegging.
Hetta, tí at avgerð er fallin um at leggja skúlan í Hovi, sum Jógvan sjálvur fleiri ferðir hevur úttalað seg um, átti at verið løgd í felagsskap við kommunurnar í sunnaru helvt. Hetta fær meg at ivast í, hvørjar ætlarnir hansara hava verið.
Hvaðani hevur Jógvan Krosslá fingið myndugleika til at úttala seg soleiðis vegna allar suðuroyingar, og hvat grundarlag er fyri hansara pástandi um, at stórur meiriluti er í oynni í móti avgerð landsstýrisins?
Neyvan verður tað Jógvan Krosslá einsamallur, sum kemur at avgera um Suðuroyggin verður ein kommuna um nøkur ár, og løgið er tað, at hesin maður ikki kann góðtaka, at onnur eisini hava sínar meiningar um tingini, uttan at koma við krógskóttanum.
Hvat er tað, sum ger hesar menn so bangnar fyri einum skúladepli á miðari oynni, er ringt at fata. Sjálv vænti eg ikki, at øll starvsfólkini í skúlanum fara at flyta til Hovs, um hetta verður veruleiki. Sum nú er, koyra tey til arbeiðis ymsa staðni frá úr oynni, og sama verður nokk støðan frameftir.
Føroya Løgting skal nú taka støðu til uppskotið úr landsstýrinum og vónandi hokna løgtingsmenn ikki í knøunum av rópunum frá ávísum kommunalpolitikkarum, men duga at síggja, at núverandi kommunumørk mugu ikki vera ein forðan fyri sunnum framtíðarætlanum í Suðuroynni.
Míni ráð skulu vera, sum tær smáu kommunurnar eisini hava ført fram, at vit standa saman sum ein oyggj við felags framtíðarmálum, sum gagna okkum øllum, og at vit taka við hesum 80-100 almennu arbeiðsplássunum, sum standa okkum í boði, og líta frameftir í felag.