Hvar er fairplay, FBF?

Líggjas Høgnesen, form Vegna Fleyr

Kappingarárið í flogbólti er farið aftur um bak, og vinnandi liðini hava fingið síni heiðursmerki. Tó - eitt er eftir. Niðasta liðið í meistaradeildini hjá kvinnum og liðið, sum hevur kvalifiserað seg í fyrstu deild, skulu spæla triðja og avgerandi uppflytingardyst.
Sunnukvøldið gjørdi eg formanninum í FBF, Magnus Tausen, greitt, at tá eingin tíðaráseting varð gjørd av fyrstan tíð, var av størsta týdningi at hetta var gjørt í samráð við venjararnar hjá Mjølni og Fleyr, tí spell hevði verið um eitt av liðununum ikki kundi vera fullmannað. Helt meg hava hansara orð uppá, at eingin avgerð varð tikin upp á nakkan á nøkrum. Men eitt er føgur orð eitt annað er veruleikin. Eg gjørdi Magnus Tausen greitt, at venjarin hjá Fleyr var burturstaddur hesa vikuna, samstundis sum ein kvinna skuldi niður á Ríkissjúkrahúsið í sjúkraørindum. Somuleiðis skuldi onnur til Danmarkar í arbeiðsørindum.
Hevði dysturin verið spældur fyrst í næstu viku, høvdu liðini so at siga verið fullmannaði. Men so verður ikki. Hvar er fairplay, FBF?
Mánakvøldið komu harraboð um, at dysturin skal spælast mikukvøldið. Tískil spælir Fleyr uttan venjara og ein av lyklaspælarum sínum, tí viðkomandi er á Ríkissjúkrahúsinum. Ikki bar til at flyta dystin til næstu viku, tí tá er ein Mjølnirspælari ikki tøkur! Fairplay?
Hevði vónað, at formaðurin í FBF og kappingarstjórin funnu eina rættvísa loysn, ítróttinum at gagni. Men líkt er til, at tað er av størri týdningi at tryggja Mjølni framhaldandi luttøku í meistaradeildini. Fairplay?
Eg vil at enda bert heita á FBF t. e. formannin, Magnus Tausen, næstformannin Marjun Kalsø, spælara í meistaradeildini hjá Mjølnir og kappingarstjóran, Trúgvi Poulsen, Mjølnirspælara um gera tað betur næsta ár. Hetta var ikki gott nokk.