Ólavur Olsen
----
Tað sær út sum at bankar sleppa at gera akkurát tað, teimum lystir. Tað er, í mínum eygum, alt ov lítið eftirlit við, hvussu bankar leggja avgjøld á bæði eitt og annað. Hvør er føroyski mynduleikin, ið skal halda eyguni við bankunum? Eg kann bara ímynda mær hvat var hent, um onkur annar enn bankarnir høvdu borið seg at á henda hátt. Eisini hevur Sosialurin grein um hendan trupulleika í www.portal.fo. Greinin eitur: Bankarnir skora milliónir í smáum upphæddum.
Í dag, 1 juli 2010 vísir tað seg so, at bankarnir, uttan opinbart at vita av tí sjálvir, hava ognað sær fleiri milliónir krónir við at senda konto avrit til kundar sínar. At slíkt yvirhøvur kann henda, er ein skandala. At bankarnir, í ringasta føri vera noyddir at gjalda hendan pening aftur, er eisini ov lætt sloppi. Flestu brúkarar mugu vera klárir yvir, at avgjøldini eru sera nógv og at tann renta, ið møguliga stendst av innistandandi peningi, skjótt er vekk í avgjøldum.
Nú vóru fleiri, ið løgdu merki til hesa hendingina við konto avgjøldunum, men hvat um nú eingin hevði gjørt vart við seg? Og hvat við øllum teimum ferðum slíkt møguliga er hent fyrr?
Eg vil hervið spyrja hvør føroyskur mynduleiki hevur eftirlit við bankunum her á landi?