Størsta navnið, sum tosað verður um í dag er uttan iva Radamel Falcao. Tað sigst, at Real Madrid og Monaco hava eina avtalu um eitt lán í eitt kappingarár. Men seinastu dagarnar hava Manchester City og Manchester United bjóða sær at keypa Radamel Falcao, eins og Arsenal ætla at tryggja sær ein nýggjan áleypara. Prísurin fyri Falcao sigst vera 519 milliónir krónur.
Javier Hernandez sigst vera á veg úr Manchester United til Real Madrid, hetta sigst eisini vera ein leigusáttmáli. Danny Welbeck er eisini á veg úr Manchester United.
Tom Cleverley er á veg til Aston Villa, men onkrar ósemjur eru í lønarsamráðingunum.
Eingin Transfer Deadine Day uttan Harry Redknapp: Tað sigst, at Redknapp roynir at lokka Jermaine Defoe aftur til Premier League og Queens Park Rangers.
Harry Redknapp sigst eisini royna at fáa fatur á Aaron Lennon úr Tottenham og Kolbeinn Sigthorsson, úr Ajax.
Arsenal sigast royna eftir Carlos Bacca, áleyparanum hjá Sevilla.
Tottenham ætla sær at keypa Jay Rodriguez frá Southampton, og bjóða Southampton at taka Andros Townsend í býti.