Hvar blivu fríhandilsavtalurnar av?

   

Landsstýrið sum sat frá 1994 til 98 legði stóran dent á og gjørdi eitt stórt arbeiði, at fáa handilssáttmálar í lag við Eysturevropeisku londini. Hetta var gjørt, tí at landsstýrið metti, at hesi lond seinni fóru at gerast partur av ES, og at tað tí var sera týdningarmikið at gera handilssáttmálar við hesi lond, áðrenn tað hendi.
Hetta vildi stillað Føroyar í eina betri støðu bæði mótvegis londunum sjálvum, og eisini seinni mótvegis ES.
Fríhandilssáttmáli varð undirskrivaður við Estland, og sáttmálin við Pólland var eisini komin væl ávegis til undirskrivingar og havi eg skilt, at hesin kom upp á pláss seinasta valskeið eftir at sambandssamgongan hevði gjørt neyðuga heimaarbeiði, so klárt var stórt hjá næstu samgongu at avgreiða málið.
Eisini bleiv tá kunnað um at samráðingar við onnur lond vóru í gongd.
Eftir valið í 1998 sá tað út til, at henda gongdin fór at halda fram.
Í frágreiðing løgmans um uttanlandsmál í 1999 varð sagt, at samráðingar um handilssáttmálar vóru í gongd ella um at fara í gongd við Lettland, Litava, Rumenia, Bulgaria, PLO, Kroatia, Turkaland, Russland, Kanada, Kili, Brasilia, Meksiko og Marokko.
Tann 15. juni 1999 varð eitt upprit um fríhandilssáttmálar millum »Føroyar og heimsins lond« sent uttanlandsnevndini. Har mælir løgmaður til at Føroyar fara undir samráðingar við londini, ið eftir eru at gera sáttmála við í Evropa umframt Kanada, Avstralia, Nýsæland, Suðurafrika, Meksiko, Kili og Brasilia. Harumframt verður mælt til, at onnur lond enn tey umrøddu verða tikin við so hvørt sum fyrisitingarliga orkan røkkur til og treytað av at londini svara fráboðanini um at gera fríhandilssáttmála játtandi.
Kundi verið sera áhugavert at fingið at vita hvussu langt allar hesar avtalu-samráðingar er komnar og nær væntast kann tær verða effektueraðar??
Í løgmansrøðuni 2000 varð sagt, at samráðingarnar við Russland og Lettland um sínámillum fríhandilssáttmálar vóru um at vera loknar. Sagt varð eisini: "sáttmálin við Russland verður væntandi ein fullkomin fríhandilssáttmáli við ongum avmarkingum fyri vøruhandil."
Í løgmansrøðuni í 2001 varð sagt: "Í heyst verður sáttmáli undirskrivaður millum Føroyar og Russland um handilsligt og búskaparligt samstarv. Tá hesin sáttmáli er komin í gildi, verða samráðingarnar um ein veruligan fríhandilssáttmála millum londini tiknar upp aftur".
Hvat ið blivið er av øllum hinum samráðingunum, sum vóru í gongd ella um at fara í gongd í 1999, varð einki nevnt um í løgmansrøðuni 2001, - hvar gekk tað galið ??
Seint á sumri 2001 hoyrdist í føroysku fjølmiðlunum, at russar vóru komnir til Føroya at undirskriva sáttmálan, og at Føroyar sostatt vórðu fyrsta landið í heiminum, sum gjørdi fríhandilssáttmála við Russland. Seinni hoyrdist tó, at russisku umboðini vóru farin avstað aftur, uttan at sáttmálin var undirskrivaður.
13. november 2001 svaraði Anfinn Kallsberg einum fyrispurningi í Tinginum frá Edmundi Joensen um hesi viðurskifti. Í svarinum segði Anfinn millum annað: "Ein sokallaður MFN sáttmáli við Russland, ið fer at skapa munandi frægari útflutningssømdir fyri Føroyar, verður eftir ætlan undirritaður tíðliga í vetur...."
Í løgmansrøðuni í 2002 varð sagt: "Samráðingarnar við Russland um fríhandilssáttmála hava verið langar og truplar. Enn er ov tíðiliga at siga nakað við vissu um nær komið verður á mál, men landsstýrið heldur fram við, at fáa sáttmála í lag við Russland."
Hetta sigur ikki sørt um, hvussu menn hava fyrigykla vinnuni gyltar ætlanir og møguleikar sum skulu avtakað allar handilsforðingar okkara við útheimin, tó uttan at nakað av týdningi er avklára enn.
Vónandi verður tó nu henda avtalan við Russland undirskrivað av russum ein av nærmastu døgunum, tí her liggur ein stórur marknaður bæði fyri laks, síl og uppisjóarfisk og uttan ivað onnur fiskasløg við, sum vit kunnu leverað.
Tað er ongin ivið um at tað er sera umráðandi at fáa so góðar avtalur sum yvirhøvur gjørligt til vinnuna, so útflutningur okkara hevur best møguligu treytir á marknaðunum.
Vónandi er hetta eitt av aðalmálunum hjá løgmanni og uttanlandsdeildini á løgmansskrivstovuni, at fáa tær avtalur sum er okkara hjartamál uppá pláss ongantíð ov skjótt.
Tað hevði verið uppá sítt pláss at løgmansskrivstovan greiddi okkum frá hvussu langt er komið áleiðis í hesum arbeiðinum við "Fríhandilssáttmálum við Heimsins lond" , - so vit vistu hvar vit stóðu i hesum málið.