Tíverri mátti eg skjótt ásanna, at samgongan als onga vælvild hevði yvir fyri teimum lógaruppskotum, sum andstøðan legði fram, sjálvt um nógv av hesum uppskotum vóru tey somu, sum Javnaðarflokkurin átti lut í frá undanfarnu samgongu. Undir viðgerðini av lógaruppskotunum frá andstøðuni førir samgongan fram, at arbeitt verður við málinum, og at samgongan ynskir at leggja málini fram sjálv. Nú samgongan er komin við sínum málum sæst, at nógv av hesum málum meiri og minni eru identisk við tey mál, sum andstøðan hevur lagt fram, nevnast kann m.a. sambýlið fyri sinnisveik í Tórshavn, sambýlið fyri sinnisveik í Vági og lógin um Fróðskaparsetur Føroya. Onkrar smávegis og minni týðandi justeringar eru gjørdar, men tað hevði eisini borið til at gjørt hesar justeringar í nevndunum. Hevði tað ikki verið betur fyri borgaran og Føroya land um andstøða og samgonga løgdu málinum fram saman, so tað slapst undan at sita og viðgera somu mál 2 til 3 ferðir. Eg vil tó leggja aftrat, at glottar eru at síggja í einum møguligum samstarvi, av tí at nývald tingfólk í samgonguni hava átalað hvussu viðgerðirnar verða framdar í verki. Vónandi kunnu vit saman innføra skjótari og smidligari politiskar mannagongdir enn tær verandi, ið eru tungar og drúgvar, har tann einasti taparin er Føroya fólk.
Landsstýrisfólk møta ikki á tingfundi
Tað er átaluvert, at tað alt ov ofta kemur fyri, at landsstýrisfólk ikki møta upp til tingfund, tá ið mál, ið hava við teirra málsøki at gera eru til viðgerðar. Tað sýnist, at virðingin fyri andstøðuuppskotunum er lítil, tá landsstýrisfólk ikki møta upp til fundar. Landsstýrisfólkini skulu vera til taks hjá Løgtinginum, er tað neyðugt við spurningum og øðrum uppklárandi viðurskiftum, ið hava við lógaruppskotini at gera. At ikki at vera til staðar til viðgerðirnar er at vanvirða andstøðuna og Føroya Løgting yvirhøvur.