Hvar bleiv Tórður Thomsen av?

B36 málverjin er ikki at finna í leikskránni til dystin móti Ungarn, men tað er harafturímóti eitt annað kent andlit

Sum vanligt er, eru onkrir feilir í leikskránni hjá tí landinum, sum føroyska landsliðið skal spæla ímóti.

 

Til dystin í kvøld er einki undantak.

 

Tað er HB málverjin, Teitur M. Gestsson, ið er avmyndaður tvær ferðir. Fyrst sum HB málverjin Teitur M. Gestsson og síðani eisini sum B36 málverjin, Tórður Thomsen.

 

Omanfyri ber til at síggja tí heldur stuttligu myndina sum er í leikskránni til dystin millum Ungarn og Føroyar.

 

Dysturin millum Ungarn og Føroyar byrjar klokkan 19:45.