Hvannasund skal vera ein góð kommuna

Við fyrsta kvinnuliga borgarstjóranum í kommununi, Veroniku Petersen fer nývalda bygdaráðið til verka at menna tær fimm bygdirnar í Hvannasunds kommunu tey næstu fýra árini. – Hetta skal verða ein góð kommuna hjá ungum familjum at búgva í, sigur nýggi borgarstjórin

Hvannasund: Á nýggjárinum tekur 36 ára gamla Veronika Petersen við starvinum sum borgarstjóri. Her skal hon saman við hinum fýra bygdaráðslimunum stjórna kommununi tey komandi fýra árini.

Tað serstaka við hesum bygdaráðnum er, at hetta er tað einasta í landinum, har kvinnurnar eru í meiriluta. Og sambært Veroniku fer hetta at hava sínar fyrimunir fyri arbeiðið í kommununi.

Hesum eru kanska ikki øll í kommununi samd við henni í:

- Ja, eg havi hoyrt onkran her í bygdini siga, at vit tríggjar - Irdi, Katrin og eg - fara at klandrast meiri enn menninir hesi komandi fýra árini. Men sjálv vænti eg ikki tað.

- Øll vit í bygdaráðnum eru nevniliga samd um, hvat skal gerast og ikki minst, hvat skal gerast fyrst. Eg vænti tí, at vit fara at fáa eitt samstarv, sigur Veronika Petersen við Sosialin.

Eitt mál sum uttan iva fer at koma á breddan tey næstu fýra árini er, hvussu tann kommunali bygnaðurin skal verða. Samráðingar hava verið millum kommununa og Klaksvíkar kommunu um samanlegging, men fólkið seg nei til hetta.

- Eg eri ikki ímóti samanlegging, men eg haldi ikki, at løtan til hetta er tann rætta beint nú. Tað er eingin orsøk at geva sín suverenitet frá sær, áðrenn landið hevur meldað út, hvat tey ætla, slær borgarstjórin fast.


Alt á einum staði

Hóast munur er á vallyftum og valstríði á bygd og í teimum størru býunum, so hevur Veronika Petersen sett sær nøkur mál, sum skulu loysast hesi komandi fýra árini.

Eitt tað allarfyrsta, sum má gerast í Hvannasundi, er at fáa gongd á byggingina av einum barnagarði, sum eisini skal hýsa frítíðarskúlanum á einum øki á Fossánesi, norðanvert Norðdepil.

Tað hevur tikið sína tíð at fáa framt hesa ætlanina í verki, men øll eru samd um, at barnagarðurin má koma nú. Og við nýggja og ídna borgarstjóranum á odda skal hetta málið loysast.

- Vit hava longu keypt eitt øki til barnagarðin, og við hesi loysnini fáa vit savnað bæði skúla, barnagarð, frítíðarskúla og sparkivøll á einum og sama staði, sigur Veronika.

Í hesum sambandi er vert at nevna, at skúlin er vorðin útbygdur nakað, soleiðis at børnini í Hvannasunds kommunu fara at verða munandi betri fyri enn frammanundan við hølisviðurskiftum.


Fáa grundøki

Ein av avbjóðingunum hjá nývalda bygdaráðnum er at fáa fólkið at støðast í bygdunum, og somuleiðis at fáa fleiri at flyta higar.

Bygdaráðslimirnir kunnu fegnast um, at fólk fegin vilja búseta seg her. Fleiri sethús eru í gerð, og fleiri eru klár at fara undir bygging.

Kommunan er í teirri hepnu støðuni, at hon eigur grundøki tøk báðumegin sundið, men tað vísir seg kortini, at fólk ofta ella heldur vilja búgva á nøkrum ávísum økjum í kommununi.

Hetta hendir, hóast mong ikki eru serliga fegin um at koyra gjøgnum teir smølu og ótíðarhóskandi tunlarnar á Borðoynni.

- Vit hava so ongan bíðilista eftir grundøkjum. Tey sum vilja útvega sær eitt grundøki, tey fáa tað!, slær Veronika Petersen fast.

At tað er neyðugt hjá bygdaráðnum at gera okkurt fyri at fáa fólk at búseta seg í kommununi, er greitt: Hagtølini vísa nevniliga, at fólkatalið er minkað við 16 fólkum seinastu tvey árini.





FAKTA


Bygdaráðið í Hvannasundi

Við valið 11. november vórðu hesi vald: Irdi Jacobsen, Katrin Næs, Veronika Petersen, John Kári Jacobsen og Livar Suni Nysted

Bygdaráðið skipar seg við Veroniku Petersen sum borgarstjóra. Hon hevur sitið eina setu og fekk við hetta valið 40 atkvøður

Hon starvast sum lærari við Viðareiðis skúla hálva tíð.

Í teimum fimm bygdunum í Hvannasunds kommunu – Hvannasund, Norðdepil, Depil, Norðtoftir og Múli – búgva í dag 435 fólk. Í 1988 búðu 463 fólk her og í 1998 427 fólk.







Fólk hava álit á kvinnunum

Við kommunvalið 11. november hendi tað sjáldsama, at kvinnurnar komu í meirilutan í Hvannasunds kommunu. Líka so sjáldsamt var tað, at eingin kvinna varð vald í bygdarráðið í grannakommununi fyri norðan, Viðareiði.

Tær tríggjar, ið vóru valdar í kommununa eru Irdi Jacobsen, Katrin Næs og Veronika Petersen, sum allar vórðu valdar á sama lista.

- Eg haldi, at valið vísti, at fólkið vildi hava eina broyting í, sigur Veronika Petersen.

Kommunan er merkt av tí, at nógvir sjómenn eru her, og tí er tað púra natúrligt fyri fólkið, at kvinnurnar standa við ábyrgdini í teimum einstøku heimunum.

- Kvinnurnar í kommununi hava álit á okkum. Tí fingu vit so nógvar av atkvøðunum!