Hvalvíksprestur: Samkynd í stríð við skapanarverkið

Nógv umrøddi presturin úr Hvalvík, Mogens Thilsted Christensen, hevur verið donskum miðlum og sagt sína hugsan um samkynd

TOLLYNDI
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo

Tað er eftirhondini við at gerast ein fastur táttur, at danskir miðlar seta seg í samband við nógv umrødda danska prestin úr Hvalvík, Mogens Thilsted Christensen, tá etisk mál eru á breddanum í Føroyum.
Danskir miðlar hava seinastu dagarnar endurgivið søguna um harðskap, sum verður framdur móti samkyndum í Føroyum, og seinnapartin hevur hvalvíksprestur sagt sína hugsan í Danmark Radio.
Mogens Thilsted Christensen hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at hann heldur tað er eitt stórt mistak at geva teimum samkyndu innivist í revsilógini, og harðskapurin móti teimum samkyndu í Føroyum tykist ikki hava fingið hvalvíksprest at leggja á annan bógv.
- Føroyar eru eitt skilagott og gamaldags samfelag, har Guds orð fyllir nógv. Tað er í stríði við skapanarverkið og gamla testamenti, at tvey av sama kyni liva saman. Guds orð sigur, at tað eru maður og kvinna, sum eiga at liva saman og ikki tvey av sama kyni, sigur Mogens Thilsted Christensen við Danmark Radio