Kommunutíðindi
Hvalvík: Vøggustovu og barnagarð til teirra, sum nýliga eru komin. Kirkjugarð til teirra, sum skulu hiðani frá. Og útstykkingar til teirra, sum ætla at dvølja enn eina tíð í kommununi. Jú, tað er nógv virksemi í Hvalvíkar Kommunu í løtuni.
- Trupulleikin er at halda seg innan fyri íløgukvotuna, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Hvalvíkar Kommunu. Kommunan eigur pengar at arbeiða fyri, men sleppur ikki at gera alt, sum ynskiligt kundi verið í ár, sigur hann. Hálv íløgukvotan í ár verður brúkt til dagstovnin, sum kommunan byggir, meðan restin fer til kirkjugarð og vegagerð í samband við útstykkingar.
Hvalvíkar Kommuna hevur raðfest dagstovnin fremst, og verður hann væntandi liðugur at taka í nýtslu í oktober mánaða, sigur borgarstjórin. Pláss verður fyri 45 børnum, sum verða býtt í eina vøggustovu og ein barnagarð.
Hetta nøktar verandi tørv, sigur Heðin Zachariasen. Sum er eru 34 børn í dagrøkt hjá Hvalvíkar Kommunu. Søkt er eftir starvsfólki til dagstovnin, og fleiri umsóknir eru komnar, greiðir borgarstjórin frá.
Tað er Hvalvíkar Kommuna, sum hevur staðið fyri sjálvari útstykkingini og tí arbeiði, sum har til hoyrir, meðan bygningurin er frá Norðsetri.
- Talan er um ein bygning í tveimum hæddum, har bara tann ovara verður innrættað í fyrsta umfari, sigur Heðin Zachariasen. Tá tørvur verður á tí, kann niðara hæddin eisini verða innrættað og brúkt til dagstovn, sigur hann.
Samlaði kostnaðurin fyri dagstovnin, tá hann letur upp, fer at liggja um tríggjar milliónir krónur.
Kirkjugarður
Í hinum endanum er brúk fyri kirkjugarði, tí har skulu øll hava eitt pláss at enda. Tað var vorðið ov trongligt í kirkjugarðinum í Hvalvík, sigur Heðin Zachariasen. Ikki soleiðis, at heilt fult er, men kortini so mikið, at tað var neyðugt at byggja út.
Lagt verður aftur at verandi kirkjugarði í Hvalvík, og verður arbeiðið, sum farið er undir nú, gjørt í tveimum umførum.
Tað fyrsta, sum gjørt er, er at drena og hækka lendið munandi í mun til verandi kirkjugarð. Lágt og váttligt er, har kirkjugarðurin er, og mett varð rætt at hækka lendið, sigur Heðin Zachariasen. Í hesum umfarinum verður økið hegnað inni, men seinni verður so støða tikin til, um garðurin rundan um skal stoypast ella laðast, sigur hann.
Tilboðið upp á tað sum nú verður gjørt, er upp á eina fjórðings millión. Enn vita tey einki um, hvat sjálvur garðurin fer at kosta, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri.
Útstykkingar
Men til at fylla bæði barnagarðar og kirkjugarðar skal eisini fólk, sum setir búgv í kommununi. Og tey skulu fáa góðar møguleikar, sigur borgarstjórin. Ikki færri enn fýra útstykkingar eru ávegis í Hvalvíkar Kommunu. Bæði í Hvalvík og í Streymnesi verða tvær útstykkingar gjørdar.
Í Streymnesi verður arbeitt við 24 grundstykkjum. 12 í ytra, og 12 í innara enda av bygdini. Tað, sum gjørt verður i ár, er sjálv vegagerðin, sigur borgarstjórin. Her tað tað aftur tann við tíðini kenda íløgukvotan hjá kommunum, sum setir markið.
Næsta ár er so ætlanin at gera liðugt. Tá skal kloakkarbeiðið, ljós og asfaltering gerast. Eisini í Hvalvík eru útstykkingar í báðum endum á bygdini. Har er talan um tvær ferðir 10 stykkir. Útstykingarnar í Hvalvík eru framhald av verandi útstykkingum, greiðir Heðin Zachariasen frá. Lendið, har bygt verður, er soleiðis háttað, at eingin trupulleiki er at halda fram haðani, steðgað varð seinast, og tað er tað, nú verður gjørt.
Grundstykkjaprísurin í Hvalvíkar Kommunu liggur um 80.000,- krónur, sigur Heðin Zachariaen, borgarstjóri. Ætanin er at halda hann á leið har ella kanska at fáa hann lækkaðan.