Tey, sum arbeiða á havnarlagnum í Rotterdam, sóu eina rættiliga óvanliga sjón mikukvøldið, tá tað 210 metrar langa bingjuskipið Maersk Norwich kom inn í havnina. Tí uppi á kúlustevninum á skipinum lá ein deyður hvalur. Tað vísti seg at vera 12 metrar langur finnhvalur.
Maersk Norwich kom úr Kolombia og hevur siglt á hvalin onkunstaðni á leiðini. Nú skulu granskarar kanna, hvaðani hvalurin er, og hvussu hann doyði.
Finnhvalur er millum tey størstu hvalasløgini, og hann er nógvastaðni í heimshøvunum.