Hvalur hjálptur til havs

Ein bóghvítuhvalur svam seg tíðliga í morgun á land í Klaksvík. Seinnapartin hava menn saman við djóralæknanum hjálpt hvalinum til havs aftur Sambært heimasíðuni hjá Norðlýsinum var talan um ein ungan hann-hval. Hann var næstan seks metrar langur, og ein fullvaksin bóghvítuhvalur er á leið tíggju metrar langur.

Allur hvalur uttan grindahvalur og springari er friðaður, og tí sendi sýslumaðurin boð eftir djóralækna í staðin fyri at loyva grindamonnum at drepa hann.

Og djóralæknin metti hvalin at hava tað fínt, og saman við nógvum góðum monnum, fekk hann vent hvalinum og hjálpt honum til havs aftur.

Norðlýsið veit at siga, at hvalurin seti ferð á, tá hann var komin út á Pollin.