Hvalirnir svumu seg upp á turt í Hvalba

Ætlanin at merkja nakrar hvalir í Hvalba í dag miseydnaðist fullkomiliga.

Tá ið hvalirnir vóru merktir, vildu teir ikki útaftur. Hvalbingar gjørdu alt teir kundu at fáa tier útaftur, teir royndu enntá at sleipa teir út, men onki hjálpti.

Og tað endaði við, at allir teir umleið 35-40 hvalirnir endaðu uppi á sandinum, og tá ið tað fjarðaði, endaðu teir heilt uppi á turrum, har teir lógu og veltust í sandinum.

Tað eydnaðist okkum hvørki at fáa fatur á umboðum fyri Náttúrugripasavnið ella sýslimanninum í Suðuroy í kvøld.

Men hvalbingar eru rættiliga illa við av tí, sum er hent, tí hvalirnir góvu ljóð frá sær, sum hoyrdust langan veg í dýrdarveðrinum í Hvalba í kvøld, og fleiri av teimum doyðu, sum kvøldið leið. Men tá ið myndirnar vórðu tiknar klokkan 22.00, vóru nógvir enn á lívi.

Hvalbingar vildu sleppa at taka lívið av grindini, tí teir mettu, at hvalirnir píndust, men tað sluppu teir ikki, siga teir.

Av tí at grindin er merkt, er hon friðað, og teir siga, at boð komu frá myndugleikunum í Havn um, at hvalirnir skuldu ikki skerast á háls, tí umboð fyri Nátturugripasavnið skuldi koma suður í morgin at meta um støðuna.

Men tað eydnaðist so at enda at fáa loyvi at taka lívið av grindini, og fyri eini løtu síðani vórðu hvalirnir skornir á háls.

Hoyrið ljóðið frá hvalunum niðanfyri: