Hvalir eltu sildatorvu

Í gjár sóu fólk í bygdini Grundarfirði á Vesturlandinum í Íslandi eina heldur sjáldsama sjón, tá fleiri hvalir komu heilt inn í fjøruna. Ein staðkendur skipari sigur við blaðið Vísir, at tað er heilt óvanligt, at hvalir koma heilt inn í fjøruna, soleiðis sum hesir gjørdu í gjár.

Sambært blaðnum hava hvalirnir verið inni á fjørðinum teir seinastu dagarnar, og tað er einki at ivast í, at teir eru komnir aftan á sildini, sum er komin inn á fjørðin. Nú gekk sildin heilt inni við sjóvarmálan, og tí komu hvalirnir so nær landi í gjár, skrivar Vísir.

Sambært blaðnum var talan um bóghvítuhvalir, men at okkurt annað hvalaslag var uppií.