Bygdaráðið í Hvalba vil nú hava greitt svar frá Anniku Olsen: Fær Hvalbiar kommuna stuðul til at umvæla umfatandi skaðan, sum havnarlagið í bygdini fekk í Kyndilsmessuódnini í 2008, ella ikki?
Og Hvalbiar Bygdaráð ger samstundis vart við, at uttanumtos verður ikki góðtikið.
Í Kyndilsmessuódnini seinast í Januar í 2008, fekk grótkastið í Hvalba so stóran skaða, at tað hevur kostað kommununi einar 11 milliónir at umvæla tað.
Men Hvalbiar Kommuna hevur ikki fingið eitt klovið oyra í stuðuli frá landinum til ábótina.
Í somu ódn fekk havnarlagið í Skálavík eisini skaða, sum kostaði eina slaka millión at umvæla. Men her játtaði landið 400.000 krónur í stuðuli, umframt at skipað varð fyri privatari innsavning, eins og aðrar kommunur samtyktu at lata skálvíkingum stuðul.
Gera mismun
Hvalbingar skilja ikki, hvussu landsins myndugleikar kunnu fáa seg til at gera so stóran mun á kommunum og hví Skálavík fekk helvtina av umvælingarkostnaðinum í almennum stuðuli, men at Hvalbiar Kommuna ikki fær eitt oyra.
- Vit skilja rætt og slætt ikki, hvussu landsins myndugleikar kunnu gera so stóran mun á tveimum kommunum, sum eru komnar í akkurát somu støðu, sigur Otto West, borgarstjóri.
Bygdaráðið fekk at vita úr landsstýrinum, at á fíggjarlógini, sum varð samtykt á várið í 2008, var rúm ikki fyri at játta hvalbingum stuðul til endamálið, men at umsóknin fór at verða viðgjørd í sambandi við fíggjarlógina fyri 2009.
Men heldur ikki tá varð eitt oyra sett av til hvalbingar.
Hvalbingar hava kortini ikki givið skarvin yvir og tí minna teir nú enn einaferð landsins myndugleikar á málið og biðja um, at peningur verður settur av á fíggjarlógini fyri næsta ár.
Bygdaráðið i Hvalba ger púra greitt, at fær kommunan ikki stuðul, vilja tey hava eina greiða grundgeving fyri at sýta umsóknini. Og tey gera eisini greitt, at tey góðtaka ikki einaferð enn at fáa at vita, at peningur ikki er tøkur á fíggjarlógini, tí hetta er triðja árið á rað, umsóknin liggur inni.
Les eisini greinina: Annika Olsen vil ikki stuðla hvalbingum










