Nú er Smyril farin aftur í sigling eftir at hann fekk eitt tekniskt brek í gjárkvøldið og varð lagdur fyri dagin. Smyril var á ferð av Havnini til Suðuroyar tá ið tey varnaðust, at trupulleikar vóru við útstoytsrørinum frá høvuðsmotori tvey og at tað var nógvur roykur í skorsteinsrúminum. Strandferðslan sigur, at tað varð staðfest at ein hydrauliktangi var farin at leka og at olja lak niður á bjálvingina í skorsteininum, so at eldur var komin í. Eldurin varð skjótt sløktur og motorurin varð samstundis sløktur.
Strandferðslan sigur, at talan var ongantíð um nakra vandastøðu og so skjótt, Smyril var komin á Krambatanga, var farið undir at umvæla brekið, men avleiðingin var, at Smyril fekk ikki siglt seinasta túrin norður, og sostatt heldur ikki seinasta túrin suður aftur.
Strandferðslan sigur, at tað vóru nógv ferðafólk, og nógvir bilar, sum skuldu við Smyrli, bæði norðureftir og suðureftir. Millum ferðafólkini á Krambatanga, var heilt fitt av útlendskum ferðafólki, nú máttu leita sær innivíst kring um í oynni. Onkur ferðafólk skuldu við flogførum úr Føroyum í morgun tíðliga, men har trakkaðu hvalbingar til og førdu tey til Sands í góðveðrinum og haðani sluppu tey so við Bygdaleiðum og Teistanum.
Nú er Smyril so aftur farin í sigling. Hann fór av Krambatanga longu klokkan fimm, ella ein tíma fyrr enn ætlað, so at fólk kundu lukkast á flogvøllin. Men annars siglur hann so eftir ferðaætlanini.