Nú verða fyrstu stigini tikin at umvæla skaðan, sum hendi, tá ið havnarlagið í Hvalba fór í knús í herviliga briminum, sum var um mánaðarskiftið janurar og februar.
Nú er botnurin inni í sjálvum havnarlagnum kannaður og Janus Thomsen, borgarstjóri, sigur, at tað vísir seg, at fitt av gróti er komið inn í sjálva havnina.
Og hann sigur, at nú verður farið undir at taka tað upp, soleiðis skip aftur kunna liggja í havnini, í øllum førum í hampiligum veðri.
Tað er Articon, sum skal taka grótið upp. Talan er um eini 800 - 1.000 kubikk av gróti, sum skulu takast upp. maskina fer at standa á keiini og taka grótið upp, og tað verður so lagt aftur í brimgarðin.
Men annars er óvist, nær sjálvur brimgarðurin verður afturgjørdur ordiliga, so at skip eisini kunnu liggja í havnini í ringum veðri.
Janus Thomsen sigur, at eingin ivi er um at brimgarðurin má gerast aftur, tí annars kann havnin ikki brúkast.
Hann sigur, at spurningurin er bara, hvussu hetta skal gerast, tí nú vilja tey hava eina haldgóða loysn.
– Vit vilja royna at fáa ein brimgarð, sum heldur, so at vit ikki standa í hesi støðuni við jøvnum millumbilum, sigur hann.
Hetta er aðru ferð seinastu 12 árini, at brimgarðurin fer illa í brimi. Seinast var í kyndilsmessuódnini tíðliga í 2008 og tann skaðin kostaði kommununi 11 milliónir at umvæla.
Skaðin, sum hendi hesa ferð, verður mettur at kosta væl meiri enn tað og borgarstjórin sigur, at fyrsta stigið verður at gera aldumátingar á fjørðinum fyri at fáa greiði á, hvussu brimgarðurin skal leggjast fyri at hann skal halda.
Tað verður danska felagið, DHI, sum ger tær kanningarnar og tað verður nú fyrireikað.
Janus Thomsen sigur, at hetta verður ein uppgáva, sum er størri enn Hvalbiar Kommuna klárar einsamøll og tí heldur hann, at landskassin má hjálpa til onkusvegna.
Fundur er avtalaður við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, men hann er útsettur nú roynt verður at berja korona niður.