Hvalbingar føla seg trýstar av landsstýrinu

Suðuroyingar eru ójavnir á máli um landsstýrið legði kommunurnar í Suðuroy undir trýst í málinum um at byggja ellis- og røktarheim á stykkinum í Vági, har ætlanin annars hevur verið at byggja miðnámsskúla


Ellis- og Røktarheim
 

 Kommunurnar í Suðuroy eru ikki samdar um, antin landsstýrið hevur lagt trýst á tær fyri at byggja ellis- og røktarheim á stykkinum á Prestajørðini í Vági, har ætlanin annars hevur verið at at byggja Miðnámsskúla.
Tað er landsstýrismálanevndin hjá Løgtinginum, sum vil hava at vita frá kommununum um tær føla trýst á sær í hesum máli.
Tað ger nevndin, nú Høgni Hoydal, løgtingsmaður, hevur kært landsstýrið fyri landsstýrismálanevndini, tí hann metir, at landsstýrið er farið út út um sínar heimildir í hesum máli.
Í hesum sambandi vil landssýrismálanevndin hava ymsar upplýsingar frá kommununum.
Landsstýrið vil hava kommunurnar í Suðuroy at byggja ellis- og røktarheim á stykkinum í Vági, sum ætlanin annars hevur verið at byggja miðnámskúla.
Men kommunurnar fingu eisini tilboð um serliga lagaliga fígging úr landskassanum til byggingina, tí mett var, at Suðuroyggin var so illa fyri, at annars megnaðu tær ikki uppgávuna.
 
Ymsar á máli
Hvalbiar Bygdaráð viðgjørdi spurningarnar frá landsstýrismálanevndini á fundi í gjár. Og har ásannaði bygdaráðið, at tað hevði følt seg undir trýsti frá landsstýrinum.
- Vit fingu heilt greitt at vita frá landsstýrinum, at bygdu vit ikki á stykkinum, sum varð ætlað til miðnámsskúlan í Vági, varð tilboðið um lagaliga fígging úr landskassanum, tikið aftur og tað er at leggja trýst á, segði Levi Niclasen, borgarstjóri í Hvalba.
Annars metti bygdaráðið í Hvalba, at landsstýrið hevði havt sakligar orsøkir til tað, tí ætlanin var at nøkta ein tørv. Undir øllum umstøðum svaraði Hvalbiar Bygdaráð ja til spurning tvey sum heild frá landsstýrismálanevndini. 
At byggja ellis- og røktarheim í Vági hevur verið eitt sera umstrídd mál og tað er fyribils endað við, at tær fýra kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy eru gingnar saman um at byggja eitt heim í Vági.
Men Sumbiar, Vágs, Porkeris og Hovs Kommuna eru ikki samdar í, at landsstýrið hevur lagt trýst á tær.
Tær siga, at talan er um eitt tilboð ella eina áheitan, sum tær hava tikið av.
Fàmjins bygdaráð hevur onga meining um hetta og Tvøroyrar Kommuna hevði ikki svarað í morgun.
 
Òjøvn á máli
Hinvegin eru tær ikki heilt samdar um, hvør tað var, sum av fyrstan tíð tók stig til at byggja ellis- og Røktarheim á Prestajørðini.
Onkrar siga, at tað var landsstýrið. Men fleiri vísa á, at upprunaliga tók Vágs Býráð longu í 1987-1988 stig til at byggja ellis og røktarheim á sama stykkið, men tann ætlanin datt niðurfyri.
Tað er eisini alkent, at at Vágs Býráð er í tvíningum í hesum máli. Ein meiriluti upp á fimm býráðslimir tekur undir við ætlanini, men ein minniluti upp á fýra býráðslimir tekur ikki undir við ætlanini.
Og hesin minniluti hevur sína egnu frágreiðing til landsstýrismálanevndini. Og hesin minniluti er samdur við hvalbingum í, at landsstýrið hevur lagt trýst á kommunurnar. Men at ongar sakligar orsøkir eru fyri tað.
Minnilutin metir eisini, at tað var landsstýrið, sum tók stig til ætlanina, tí síðani upprunaliga ætlanin at byggja ellis- og røktarheim á Prestajørðini, datt burtur, gjørdi Vágs Býráð av, at eldraøkið skuldi byggjast út í hinum endanum í býnum, har sambýlið er. Tí ivast minnilutin ikki í, at Landsstýrið hevur tikið stig til hesa ætlanina.
 
Misjøvn á máli um tørvin
Landsstýrismálanevndin vil eisini hava at vita, hvussu nógv standa á bíðilista at koma á ellis- og røktarheim.
Og her eru svarini ymiskt.
Minnilutin í Vágs Býráð vísir á, at ellis- og røktarheimið á Tvøroyri er ikki fult, tí nøkur  tveymanskømur standa tóm, tí fólk vilja ikki flyta inn.
Hinvegin vísir meirilutin í Vágs Býráð á, at í fjør varð upplýst, at yvir 60 fólk bíðaðu eftir at sleppa á ellis- og røktarheim og at níggju norðoyingar afturat stóðu á bíðilista.
Seinast í fjør høvdu 32 fólk søkt um at sleppa inn á sambýlið í Vági. Seinastu átta mánaðirnar eru átta umsóknir komnar, men ongin er sloppin inn.
Aðrar kommunur vísa á, at tørvurin er stórur, uttan at seta tal á og uppaftur aðrar vísa á lanningina hjá almanna- og heilsumálaráðnum, sum vísir at tørvur er á 32 plássum. Onkrar kommunur vísa eisini á, at ein nýggj kanning um tørvin er á veg.
Men summar kommunur vísa eisini á, bíðilistin er kki eftirfarandi, tí fólk søkja ikki tá ið tey vita, at tey sleppa ikki inn kortini, tí ongi tilboð eru kortini og at tey
Annars eru kommunurnar yvirhøvur samdar um, at mismunur er ikki gjørdur á kommununum Fámjiningar hava onga meining um hetta men minnilutin í Vág Býráð metir, at mismunur er gjørdur á kommununum, tí tilboðið um lagaliga fígging er treytað av, at tær byggja á einum ávísum stykkið. Tað merkir, at hevur ein kommun aðrar ætlanir, herðast fíggingarkrøvini.
Kommunurnar eru kortini samdar um, at enn hava tær onki betalt fyri hetta.
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
Fimm spurningar til suðuroyingar
 
Hetta eru teir fimm spurningarnir, sum Landsstýrismálanevndin vil hava kommunurnar í Suðuroy at svara
 
 
1.      Eru tað kommunurnar ella landsstýrið, ið av fyrstan tíð tóku stig til at fara undir útbygging av eldrarøktini í Suðuroynni.
2.      Hevur landsstýrið lagt trýst á kommunurnar fyri at fáa tær at byggja ellis- og røktarheim, har miðnámsskúlin skuldi vera í Vagi, og um so er, hevur landsstýrið víst kommununum á sakligar grundir fyri hesum.
3.      Hvat er veruligi tørvurin á røktarplássum í Suðuroy. Hvussu nógv fólk bíða í løtuni eftir ellis- og røktarheimsplássi í hvørjari bygd í økinum.
4.      Halda kommunurnar, at mismunur er framdur millum kommunur í málinum.
5.      Hava kommunurnar hildið útreiðslur grundað á, at tilsøgnin um serliga fígging var bindandi.