Hvalbiartunnilin: Skjóta fyrsta skotið hósdagin

Tað verður Heðin Mortensen, landsstýrismaður, sum letur fyrsta skotið av

Hósdagin verður hátíðarløta í Hvalba. Tað verður nevniliga klokkan trý seinnapartin hósdagin, at fyrsta skotið til Hvalbiartunnilin verður latið av.

Tað verður Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum fær heiðurin at lata fyrsta skotið av. Hátíðarhaldið verður beint við tunnilsmunnan inni í dalinum, og í tí sambandi fara Heðin Mortensen sjálvur, Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba, Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, og Árant Andriasson, virkandi stjóri á Landsverki, at halda røðu.

Aftan á  verður ein drekkamunnur í Roynhøllini og har fer Jón Sigurdsson, stjóri á Articon, at hava eina stutta kunning um arbeiðið og um, hvørja árvirkan hetta fer at hava á gerandisdagin í Hvalba.

Landsverk sigur, at alt tiltakið er alment.

Hvalbiartunnilin verður 2,5 kilometrar langur. Trongisvágsmegin verður vegurin 900 metrar og hvalbiarmegin verður hann 2,3 kilometrar. Tilsamans fer tunnilin at kosta 272 milliónir krónur.

Higartil hevur tíðarætlanin sagt, at tunnilin verður liðugur í januar í 2022.