Vit vóru øll so glað, tá tunnilin kom, at orð finnast ikki fyri tí fagnaði, tá koyrast kundi til Tvøroyri.
Ja upp á Tvøroyri. Orðið »upp« hongur við enn, tí øll vóru vit von at ganga upp gjøgnum Káragjógv.
Jóansøka var á Tvøroyri. Tunniln varð ikki opnaður fyri almenninginum, men undantak varð gjørt, og alt, sum ganga kundi, fór á jóansøku.
Tann, sum minnist allar tær góðu løturnar í tunlinum og gjøgnum tunnilin, hevur ilt við at fara og klikkja á hetta bragdið, sum tá varð gjørt. Serliga tá ein kemur at hugsa um farleiðina sjóvegis.
Nú eru skjótt 50 ár síðani, og ongantíð í Føroyar søgu er hent so nógv sum hesi 50 árini.
Bert at nevna nøkur fá dømi, ið óru óhugsandi fyri 50 áru síðani:
1. Stóran Smyril
2. Stórfingnan skúladepil í Hovi
3. Hovstunnilin
4. Sumbiartunnilin
5. Djúphavn í Vági
6. Ferjulega á Krambatanga.
Alt hetta ger, at ferðslan til Hvalbiar er vaksin og ikki at tala um ferðsluna úr Hvalba við stórum veldigum fiskabilum.
Vit, sum duga streymlíkindi, koyra tá streymurin er við og vita, nær vit skulu víkja. Verri er við teimum, ið eru ókunnug.
Hvalbingar koma oftani á grátandi mammur við fullum bili av børnum, sum hvørki vita út ella inn.
Tí hetta bræv og hjartasuff.
Hoyri nú í útvarpinum, at lappast skal upp á tunnilin. Jú tað er við lívinum sum »innsatsi«, at menn arbeiða har, so ring er støðan.
Nú er »inn« at skifta landsverfrøðing. Tá landið varð útbygt sat maðurin fyri lívstíð og gjørdi eitt megnar avrik.
Einaferð havi eg ringt til ein av teimum og bað hann vaksa um sunnasta víkipláss, sum er eitt »pinkulinga« víkipláss, pláss er til ein hálvan lítlan persónbil, og tú sært ikki mótgangandi bil, fyrr enn tú ert komin 10-20 m inn í kjaftin.
Maðurin var blíður og týður, lovaði gull og grønar skógir, men endaði samtaluna við: »Manne, geri eg ov nógv við tunnili, so fáa tit ongan nýggjan«.
Nú tá lapparíið byrjar, sigur tað mær, at eingin nýggjur tunnil kemur í bræði.
Landsins kosnu menn, ábyrgdin er tykkara.
Míni ráð eru:
Bindið um heilan fingur, meðan væl er.
Nú er valið fyri durum, latið ikki einaferð enn Hvalbiartunnilin blíva valagn.
Verið einaferð samdir. Hvalbingar hava uppiborið tað av tykkum.
Kanska gjalda hvalbingar bróðurpartin sjálvir.