Hvalbiartunnil og tunlar Norður um Fjall bjóðast út í senn

– Tað fer at gera allar tunlarnar bíligari, sigur Henrik Old

 

Nú kann tað henda, at tann nýggi Hvalbiartunnilin, og tunlarnir Norður um Fjall, verða bjóðaðir út ísenn. Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

Nógv kjak er um tunlar í hesum døgum, serliga verður strongt á at gera tunlarnar Norður um Fjall. Annars arbeiðið landsstýrið eftir eini ætlan, har Hvalbiartunnilin skal gerast fyrst og síðani tunlarnir Norður um Fjall. Og í ólavsøkurøðu síni staðfesti Aksel V. Johannesen, løgmaður, at Hvalbiartunnilin verður gjørdur fyrst og síðani skulu tunlarnir Norður um Fjall, gerast.

 

Eftir ætlanini skal farast undir tunlarnar Norður um Fjall í 2022, men samgongan kannar eisini møguleikarnar fyri at framskunda tunlarnar Norður um Fjall eitt ár, ella tvey.

 

Men nú sigur Henrik Old, at ein máti er, at bjóða Hvalbiartunnilin, og tunlarnar Norður um Fjall, út ísenn. Men hann heldur fast um, at Hvalbiartunnilin skal gerast fyrst og síðani skulu tunlarnir Norður um Fjall gerast beint aftaná.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at Landsverk metir, at verður hetta framferðarhátturin, verða arbeiðini bíligari sum heild.