Hvalbiartrolararnir hava verið ótrúligir

Tað má sigast at vera ógvuliga flott av teimum, sum reka og eru við hvalbiartrolarunum, Hamranesi og Breiðanesi, at teir liggja millum allar bestu partrolarapørini í veiðivirði í farna ári. Skipini hava lutfalsliga lítla last og hava ikki loyvi at veiða gulllaks. Haraftrat lá annað skipið í rúma tíð í mai, tá teir høvdu trupulleikar við gearinum

FISKIVINNA

Partrolararnir í Hvalba, Hamranes og Breiðanes, sum eru gomlu Polarhav og Stjørnan, høvdu eitt óføra gott ár í fjør.
Sosialurin hevur roynt at fingið at vita, hvørjir partrolarar høvdu størsta veiðivirði í farna ári. Bæði teir, sum eiga Vestmenning og Fram og teir, sum eiga Hamranes og Breiðanes, siga, at pørini liggja ógvuliga tøtt – og helst stavn um stavn, soleiðis at blaðið ikki kann taka dagar ímillum.
Tummas Christophersen, reiðari á Vestmenningi og Fram, hevur áður sagt, at veiðivirðið hjá hansara skipum liggur á umleið 43 miljónum krónum í farna ári, men hann hevur eisini verið vitandi um, at veiðivirðið hjá Hamranesi og Breiðanesi liggur á umleið sama tali.
- Árið í fjør er tað besta í veiðivirði, men úrslitið hevur okkurt árið verið betri, segði Tummas Christophersen.
Um jóltíðir ljóðaði, at Vestmenningur og Fram og Hamranes og Breiðanes lógu so tættir, at parið úr Hvalba loysti 2. Jóladag fyri at vita, um teir kundu hála seg fram um partrolaraparið úr Vestmanna.
Um hetta eydnaðist ella ikki, skal Sosialurin ikki taka dagar ímillum, men í fýra dagar fiskaðu og seldu Hamranes og Breiðanes fyri eina góða miljón krónur.
Skipini vóru úti í fýra dagar og landaðu fiskin í Hvalba. Besti upsaprísurin var 12 krónur fyri kilo, sum má sigast at vera óhoyrt. Umleið helmingurin av veiðini hjá skipunum varð skorið á virkinum í Hvalba og selt sum fesk fløk.
Áðrenn Sosialurin fer at skifta orð við reiðaran á Hamranesi og Breiðanesi, Mikkjal Hammer, kunnu vit leggja aftrat, at trið besta parið í 2010 í veiðivirði helst er leirvíkstrolararnir, Polarhav og Stjørnan, sum hava fiskað fyri umleið 41 miljónir krónur.

Ófør gongd
Mikkjal Hammer í Hvalba er reiðari á trimum skipum, djúpvatnstrolaranum, Steintóri, sum hann eisini plagar at føra av og á – og á Hamranesi og Breiðanesi, sum fyrstu ferð loystu í Hvalba – undir nýggju eigarunum - fyri sløkum tveimum árum síðan.
Og áðrenn vit fara til partrolaraparið, kunnu vit nevnda, at Steintór hevur størsta veiðivirði millum djúpvatnstrolararnar í 2010, nevniliga slakar 23 miljónir krónur.
Mikkjal Hammer er lítillátin, sum rættir menn eiga at vera, og Sosialurin fær hann ikki at siga, at Hamranes og Breiðanes hava størsta veiðivirði av partrolarum í 2010 – og meiri enn tær umleið 43 miljónir krónurnar, sum Vestmenningur og Fram hava fiskað fyri.

Góðir prísir
Mikkjal Hammer sigur, at hann skal ikki taka dagar ímillum, um skipini hjá teimum hava fiskað fyri meiri enn Vestmenningur og Fram, men hann dylur ikki fyri, at hann sum reiðari er ómetaliga væl nøgdur við gongdina í farna ári.
Tá vit spyrja, um veiðivirðið liggur omafyri 40 miljónir krónur, sigur hann, at tað liggur ”væl omanfyri”, men júst, hvussu nógv talan er um, er hann eitt sindur trekur at siga okkum.
- Vit hava ikki neyva talið fyri alt árið enn, men taka vit veiðina fyri hvønn dag í sjónum, er eingin ivi um, at Hamranes og Breiðanes liggja í oddinum, leggur hann aftrat.
Reiðarin er sera væl nøgdur við gongdina.
- Tá hugsað verður um, at Breiðanes misti 20-25 dagar, tá trupulleikar vóru við gearinum í mai, og Hamranes tá gjørdi ein vánaligan túr saman við Steintóri, eru vit sera væl nøgdir. Lastin hjá okkara skipum er bara helmingurin av lastini hjá fleiri av teimum størru partrolarunum, og haraftrat kemur, at upsaveiðan vanliga er vánalig í tíðini, tá tey størri pørini eru á gulllaksaveiði.
Reiðarin vísir á, at upsaprísirnir vóru góðir í farna ári og gingu uppeftir alla tíðina. Hinvegin royndist upsaveiðan ikki nakað serlig í seinnu hálvu av árinum.
- Tá havt verður í huga, at 85% av veiðini hjá Hamranesi og Breiðanesi er upsi í 2010, eru vit sjálvandi rættiliga væl nøgdir.
Hann sigur, at meginparturin av veiðini hjá skipunum er landað í Hvalba, men onkran einstakan túr í 2010 vóru skipini í Scrabster.

Skiparar úr Hvalba
Teir, sum føra partrolaraparið úr Hvalba, eru ávikavist Tórhallur Randrup við Breiðanesi og John Martin Poulsen við Hamranesi. Báðir eru hvalbingar.
Mikkjal Hammer sigur, at teir, sum loysa skipararnar av, tá hesir hava frítúr, eisini eru hvalbingar.
- Bæði skiparar og manning hava gjørt eitt ómetaliga gott arbeiði, síðan vit keyptu hesi skipini til Hvalbiar, sigur reiðarin.
Sosialurin spurdi eisini Mikkjal Hammer, hvussu hann metir útlitini vera fyri árið, sum júst er byrjað.
- Heilt síðan eg byrjaði at fiska, hevur tað víst seg, at útlitini mangan eru døpur við byrjanina av einum nýggjum ári. Soleiðis er eisini, nú vit eru komin inn í 2011. Tú veitst ongantíð frammanundan, hvussu árið fer at vignast, og soleiðis er eisini hesaferð.
Mikkjal Hammer ásannar, at upsasveiðan var svikalig í 2010, serliga í seinnu hálvu, men hann vónar, at árið kortini fer at roynast.
- Vit fara at gera okkara besta, og vit vóna, at hetta fer at røkka, tá samanum kemur, sigur reiðarin í Hvalba.