Tað var lagt upp til tann heilt stóra spenningin, tá 14 ára gamli Nóa Thomsen út Hvalba setti seg við rógvimaskinuna í Kollafirði í morgun og skuldi rógva kapp um danmarksmeistaraheitið í inniróðri.
Tá ið 2.000 metra málið var rógvið, kom hann fyrstur á mál við tíðini 6.58.7 og sostatt kundi hann kalla seg danmarksmeistari í inniróðri í bólkinum U16 dreingir.
Nóa Thomsen venur hjá FSR undir leiðslu av Torman Jacobsen og miðvísa venjingin skuldi vísa seg at bara heilt á mál í morgun.
Tá Nóa kom suður við Smyrli í kvøld hevði Hvalbiar kommuna skipað fyri móttøku har fýrverk bleiv skotið fyri at heiðra vinnarinum. Eftir tað bleiv blómutyssið givið saman við einum heiðursbrævi, sum forkvinnan í Trivnaðarnevndini, Eir Norðberg, handaði vinnarinum.