Politikarar og serfrøðingar úr nógvum londum hava fingið innbjóðing at taka lut á stórari havráðstevnu, sum verður í USA í næstu viku undir heitinum Our Ocean.
Ísland søkti um at sleppa at luttaka á ráðstevnuni, men eingin innbjóðing er komin. Tað kemur óvart á íslendingar, sum vísa á, at landið er ein tann størsta fiskivinnutjóðin í Norðuratlantshavinum.
Tað ásanna teir amerikonsku fyrireikararnir, og í skrivi til íslendska ríkisútvarpið skrivar John Kerry, uttanríkisráðharri, eisini, at viðurskiftini millum londini bæði eru sera góð. At tað kortini ikki ber til at bjóða Íslandi á ráðstevnuna kemst av, at íslendingar veiða hval, skrivar uttanríkisráðharrin.
John Kerry leggur afturat, at USA er kortini sinnað at arbeiða saman við Íslandi við tí endamáli at varðveita margfeldið í heimshøvunum til komandi ættarlið. Ein partur av hesum arbeiði er at verja súgdjórini í høvunum, og í hesum viðfangi mælir amerikanski uttanríkisráðharrin íslendingum til at virða altjóða bannið ímóti hvalaveiði.










