Hvalaveiða: Kúla rakti hús í Sisimiut

- Tað eru politiviðtøkur í hvørjari kommunu sær, sum gera av, hvussu langt burtur frá bygdum øki loyvt er at skjóta, sigur grønlendska løgreglan.

Tá grønlendingar um dagarnar vóru á veiði eftir náhvali, rakti ein vilst skotkúla eini hús í grønlendska býnum, Sisimiut. Í húsinum var eitt vaksið fólk og eitt barn.

 

Tað sigur grønlendska løgreglan í tíðindaskrivi.

 

Tað var í gjár - sunnudagin - at løgreglan fekk boð um tilburðin, sum stavaði frá veiðimonnum, ið bert vóru 500 metrar burtur frá havnalagnum og bygdum øki í Sisimiut.

 

- Vit hava sett í verk kanning av umstøðunum kring veiðina og tilburðin, samstundis sum boðað verður frá, at brúk av skotvápnum ikki er loyvt nær bygdum øki.

 

Grønlendska løgreglan vísir á, at tað eru politiviðtøkur í hvørjari kommunu sær, sum gera av, hvussu langt burtur frá bygdum øki loyvt er at skjóta.